11. september 2014

Áhugafelag fyri nýggja náttúrulund verður stovnað

Í kvøld kl. 19.00 verður alt tað nýggja um komandi Náttúrulundina við Streymin lagt fram í Eydnuni á Oyrarbakka

Sunda kommuna byrjar sína mentanarviku í kvøld kl. 19.00 í Eydnuni á Oyrarbakka. Í tí sambandi verður verkætlanin Náttúrulundin við Streymin løgd fram. 

 

Tað hevur eydnast Edmundi Joensen, fólkatingsmanni, at útvegað lundini 10 mió. kr. úr Aage V. Jensen Charity Foundation, og nú kann verkætlanin setast í gongd.

 

Ein stuttur filmur verður at síggja, og ein kunnandi framløga um sjálva verkætlanina verður síðani hildin.

 

Eftir hetta verður stovnandi fundur í áhugafelagnum, sum skal reka náttúrulundina.

 

Verkætlanin er fólkslig og fyri øll, og vónandi vilja so nógv sum møguligt koma við.

 

Tak niður:

Kunningarskriv um Náttúrulundina við Streymin