- Føroyar og føroysk viðurskifti skulu frameftir í nógv størri mun dekkast í miðlunum hjá Danmarks Radio.
Hetta sigur Edmund Joensen, fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin.
Í sambandi við fjølmiðlasemjuna, sum politisku flokkarnir á Christiansborg hava tingast um í fleiri vikur, og sum nú er komin undir land, hevur Sambandsflokkurin á Christiansborg, saman við samstarvsflokkinum Vinstra, sett krav um, at tíðindaflutningurin hjá Danmarks Radio (DR) um og úr Føroyum skal styrkjast.
- Fleiri av flokkunum taka væl undir við hesum kravi, og roknast skal við, at í fjølmiðlasemjuni verður undirstrikað, at tíðindaflutningurin um føroysk og grønlendsk viðurskifti skal styrkjast, sigur Edmund Joensen.
Fólkatingsmaðurin vísur á, at DR ger nógv burtur úr at greiða frá grønlendskum viðurskiftum. Til dømis hevur P1 ein útvarpstíðindasending við grønlendskum tíðindum hvønn yrkadag, og DR2 hevur sjónvarpstíðindi úr Grønlandi hvørt vikuskifti.
- Tað er náttúrligt, at DR eisini fer at bera reglulig tíðindi úr Føroyum. Hetta, at tað bert eru hendinga sendingar, og at tilvildin ræður, er ikki nóg gott. Tað er eisini orsøkin til, at Sambandsflokkurin á Christiansborg saman við Vinstra krevur styrktan tíðindaflutning úr og um Føroyar, sigur fólkatingsmaðurin hjá Sambandsflokkinum á Christiansborg.
Edmund Joensen vónar, at eitt slíkt tiltak kann økja um kunnleikan til Føroyar og føroysk viðurskifti millum fólk í Danmark og samstundis vera við til at skapa forstáilsi millum fólk og lond í Ríkisfelagsskapinum.
Nýggja fjølmiðlasemjan kemur upp á pláss ein av fyrst komandi døgunum, møguliga longu í morgin.