13. mai 2014

Einmælt samtykt: Fólkatingið skrivar søgu

Uppskotið um at burturbeina markaforðingar í Ríkisfelagsskapinum er einmælt samtykt. Hetta er fyrstu ferð, at norðuratlantiskir fólkatingslimir í felag hava sett uppskot fram, og helst eisini fyrstu ferð, at Fólkatingið hevur samtykt eitt uppskot, sum ikki kemur frá stjórnini sjálvari

Fólkatingið hevur í dag skrivað søgu. 

 

Tað er greitt, eftir at tingið einmælt hevur samtykt uppskot til samtyktar um at burturbeina markaforðingar í Ríkisfelagsskapinum.

 

- Hetta er fyrstu ferð, at norðuratlantiskir fólkatingslimir í felag hava sett uppskot fram, og fakfólk siga fyri mær her í húsinum, at hetta man vera fyrstu ferð, at Fólkatingið hevur samtykt eitt uppskot, sum ikki kemur frá stjórnini ella samgonguni sjálvari, sigur Edmund Joensen, fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin.
 

Nú, Fólkatingið hevur álagt stjórnini tað, byrjar arbeiðið við at burturbeina smáar og stórar forðingar fyri, at persónar, fyritøkur og felagsskapir frítt kunnu flyta seg og virka tvørtur um landamørkini í Ríkisfelagsskapinum.

 

Ella sum tað stendur í nevndarálitinum: "Det skal være nemt og smertefrit at drive forretning, flytte, pendle, arbejde og studere på tværs af grænserne i rigsfællesskabet".

 

Síggj myndir á Facebook-profilinum hjá Edmundi Joensen:

 

https://www.facebook.com/christiansborg

 

Les meira um uppskotið og nevndarálitið:

 

http://www.ft.dk/samling/20131/beslutningsforslag/B34/index.htm