02. mars 2020

Heilsan frá Vinstra til Sambandsflokkin

Sambandsflokkurin heldur landsfund leygardagin 14. mars, kl. 08.30 - í Klaksvík, í hølunum hjá Garpar, Klaksvíksvegur 72.

 

Aftur í ár kemur eitt umboð fyri okkara samstarvsflokk Vinstra við á landsfundin, og hesaferð verður tað Jakob Ellemann-Jensen, formaður í Vinstra. 

Í hesum sambandi hevur formaðurin í Vinstra sent Sambandsflokkinum eina heilsan frammanundan landsfundinum - sí videobrot.

Seinni um kvøldið, kl. 19.00 verður ársveitsla.

Sí skránna til landsfundin og tilmelding til ársveitsluna á heimasíðuni hjá Sambandsflokkinum: www.samband.fo