19. apríl 2021

Havgransking í Norðuratlantshavi: Nú kann aftur søkjast um stuðul

Eftir áheitan frá Edmundi Joensen játtaði danska stjórnin 25,5 mió. kr. til havgransking á fíggjarlógini fyri 2020. Nú er aftur leyst at søkja um stuðul frá Granskingarráðnum, sum umsitur játtanina.

 

Nú ber aftur til at søkja um pening til verkætlanir um havgransking kring Føroyar. Granskingarráðið lýsir fyri aðru ferð eftir umsóknum til granskingarskránna Havgransking í Norðuratlantshavi.

Edmund Joensen hevur í nógv ár arbeitt fyri umhvørvis- og veðurlagsgransking, og danska stjornin játtaði á fíggjarlógini fyri 2020, eftir áheitan frá fólkatingsliminum, 25,5 mió. kr. til havgransking kring Føroyar og í Norðuratlantshavi. 

Seinast hann hevði sæti á Fólkatingi vóru slakar 20 milliónir krónur játtaðar til havgransking tær báðar seturnar, hann var valdur. Stuðulin til havgransking datt tíanverri niðurfyri, tá Edmund Joensen ikki varð afturvaldur í 2015. Hann tók málið upp aftur, tá hann var valdur á Fólkating aftur í 2019, og fekk sostatt játtað 25,5 milliónir krónur til havgransking í Norðuratlantshavi á fíggjarlógini fyri 2020.

Játtanirnar frá fyrru setunum hjá Edmundi Joensen hava fíggjað fleiri ph.d. og post.doc. ritgerðir, og nú ber aftur til at søkja pening til nýggjar verkætlanir.

Fyrsti partur av granskingarskránni Havgransking í Norðuratlantshavi, umleið 4 mió. kr., varð lýstur leysur at søkja í 2020.

Granskingarnevndin avgjørdi á fundi í desember 2020 ikki at játta stuðul til nakra av umsóknunum, men í staðin at flyta tær 4 milliónirnar, ið vóru tøkar í fyrsta parti av skránni, til 2021. Tí eru heili 16 mió. kr. leysar at søkja í hesum umfari, har ein triðingur av útboðnum er ætlaður granskingarverkætlanum í føroyskum sjóøki. 

Umsóknarfreisitin fyri at søkja um stuðul er 21. juni 2021 kl. 12.00. Meira fæst at vita um mannagongd, krøv og treytir á heimasíðuni hjá Granskingarráðnum við at trýsta á knøttin niðanfyri.