06. mai 2021
Hevur tú áhuga í politikki, búskapi, samskifti og samfelagsviðurskiftum sum heild? Og kundi tú hugsað tær at komið heilt niður í politiska maskinrúmið á Christiansborg? So er lestrarstarvið hjá Sambandsflokkinum á Fólkatingi møguliga nakað fyri teg.
UM STARVIÐ
Vit kunnu bjóða tær eitt áhugavert starv í einum mennandi umhvørvi, har tú fært innlit í politiska gerandisdagin á Fólkatingi. Tú fert at arbeiða tætt saman við bæði fólkatingsumboðnum og starvsfólkahópinum hjá Sambandsflokkinum, sum telur fimm starvsfólk - tvey fulltíðarsett, tvey lestrarstørv og ein praktikant. Vit gleða okkum til, at tú verður partur av góða felagsskapinum, vit hava á skrivstovuni.
Arbeiðsuppgávurnar á skrivstovuni hjá Sambandsflokkinum á Fólkatingi eru nógvar og ymiskar og fevna millum annað um løgfrøðiligar spurningar, málsfyrireikingar, journalisering, research, fyrireiking av fundum og ráðstevnum. Tú kemur at taka lut í øllum hesum uppgávum og harafturat fert tú at hava serliga ábyrgd av búskaparligum arbeiði, herundir m.a. roknskapi, bókhaldi og fíggjarætlan.
UM TEG
Tú hevur lisið í minsta lagi í tvey ár og ert sostatt annaðhvørt á seinasta ári av bachelorútbúgvingini ella ert farin í gongd við kandidatlesnaðin. Tað er ein fyrimunur, um útbúgvingin hevur ein búskaparligan leist.
Vit vænta, at tú:
UMSÓKN
Umsókn, cv, viðmæli og onnur viðkomandi skjøl skulu sendast til Anniku Fossá á annika.fossa@ft.dk í seinasta lagi 31. mai 2021. Skriva ”Lestrarstarv” í evnisteigin. Vit halda setanarsamrøður leypandi ella sum skjótast eftir umsóknarfreistina.
Okkara nýggi starvsfelagi skal byrja 15. august 2021 ella eftir nærri avtalu. Starvsstaðurin er Sambandsflokkurin á Fólkatingi á Christiansborg í Keypmannahavn. Starvið er tímalønt, og vit vænta, at tú kanst arbeiða 15-20 tímar um vikuna. Vit tillaga sjálvsagt arbeiðstíðina eftir lestrarvirksemi og øðrum.
Um tú hevur spurningar til starvið ella Sambandsflokkin á Fólkatingi, ert tú vælkomin at venda tær til Anniku Fossá, tlf. 6162 3436, ella til Annu Falkenberg, tlf. 6162 4253.
Vit gleða okkum at hoyra frá tær.