21. mai 2021
Lógin, ið varð viðtikin á Fólkatingi í 2019 um ”betaling for akut og fortsat sygehusbehandling af visse personer uden bopæl i Danmark” er nú broytt soleiðis, at allir ríkisborgarar hava somu viðgerðartreytir í øllum ríkispørtum. Hetta er millum annað hent eftir áheitan frá Edmundi Joensen, fólkatingslimi fyri Sambandsflokkin.
Tá ið lógin um betaling for akut og fortsat sygehusbehandling af visse personer uden bopæl i Danmark varð viðtikin á Fólkatingi í 2019 rakti hon ótilætlað føroyingar og grønlendarar, ið eru staddir í Danmark í eitt longri tíðarskeið og hava tørv á sjúkrahúsviðgerð. Nú er lógin broytt, millum annað eftir áheitan frá Edmundi Joensen til heilsumálaráðharran.
Endamálið við hesi lóg var at krevja inn gjald fyri bráðfeingis og víðari viðgerð frá ferðafólki og øðrum, ið ikki koma fra ES-londum, EBS-londum og Sveis. Føroyar og Grønland kunnu sum kunnugt ikki flokkast í nakran av omanfyrinevndu bólkum, og tískil var avleiðingin við nýggju lógini, at føroyingar og grønlendarar skuldu gjalda fyri ikki-bráðfeingis læknahjálp í Danmark.
So er ikki, um danir hava tørv á sjúkrahúsviðgerð í Føroyum ella Grønlandi.
Edmund Joensen gjørdi í oktober 2020 vart við hendan skeivleikan við at senda heilsumálaráðharra Magnus Heunicke spurning, um hvørt ráðharrin ætlaði at taka stig til at finna eina loysn, soleiðis at grønlendarar, danir og føroyingar hava somu atkomuligheit og somu kor til víðari viðgerð í øllum ríkisfelagsskapinum. Tað var ráðharrin sinnaður at gera, og í seinastu viku bleiv lógin rættað til og samtykt á Fólkatingi, soleiðis at føroyingar og grønlendarar eisini verða fevndir av lógini.
- Tað gleðir meg sera nógv, at hendan lógin nú er broytt, og at allir ríkisborgarar aftur hava somu kor og somu atkomuligheit til sjúkrahúsviðgerð. Danska stjórnin er sera samstarvssinnað, og tað er mín heilt klára fatan, at tey - líka so væl sum eg – ynskja at beina hesar markaforðingar av vegnum, sum vit hóast alt enn hava nakrar av í ríkisfelagsskapinum, og sum til tíðir stinga seg upp, tá nýggjar lógir verða gjørdar, sigur Edmund Joensen, fólkatingslimur fyri Sambandsflokkin.