03. februar 2022
Um Føroyar nokta pláss til ein radara, sum skal halda eyga við okkara luftrúmi, á sama hátt sum øll onnur NATO-lond gera, eri eg bangin fyri, at álitið á Føroyar fer í botn millum okkara sameindu, sigur Edmund Joensen í nýggjari grein, sum kann lesast her.
“Føroyar hava ongar fíggindar, vit eru vinir við øll”. Hendan útsøgnin kemur javnan upp í kjakinum um radaran. Og hetta er ein útsøgn, sum eg eri púra samdur í. Vit hava ongar fíggindar.
Men, sum við øllum øðrum vinaløgum er tað eisini í altjóða høpi týdningarmikið at røkja og verja tey vinaløgini, man hevur – at vísa at vit eru í hesi sameining á einum jøvnum støði, og at vit øll hava ábyrgdina av, at okkara vinaløg ikki syndrast, og at vit ikki missa álitið á hvønn annan.
NATO er umfatað av 30 londum í fría vesturheiminum, sum hava tikið seg saman í ein verjufelagskap, ella rættari friðarfelagskap, sum verjir okkum ein fyri allar og allar fyri ein. Vit í Føroyum eru partur av økinum, sum verjan umfatar, bæði við rættindum og skyldum. Danski statskassin heldur útreiðslurnar fyri samlaða kongaríkið.
Føroyar liggja, har tær liggja. Strategiskt fyri í gapinum ímillum Noreg, Ísland og Bretland sunnanfyri. Øll trý eru NATO-lond við radarayvirvøku. Holið í radarskipanini, sum talan er um í okkara luftrúmi, skyldast bara føroyskt politiskt smáklandur og drál. Hetta er ikki lætt at skilja fyri grannar okkara og er sera óheppið fyri umdømi Føroya úti í heimi.
Skuldi tað óhugsandi hent, at Føroyar nokta pláss til ein radara, sum skal halda eyga við okkara luftrúmi, á sama hátt sum øll onnur NATO-lond gera, so er eg bangin fyri, at álitið á Føroyar fer í botn millum okkara sameindu. NATO-londini hava jú lovað at vart hvørt annað – og eisini okkum í Føroyum. Og tað bøtir ikki júst um støðuna, at atdráttarmegin av Kreml er veruliga orsøkin, sum tað av summum skilst á orðaskiftinum.
Eg velji tó at trúgva, at ein rímiliga stórur meirluti í løginginum er fyri at avgreiða málið á rættan hátt, við virðing fyri okkara sameindu og ikki minst fyri okkum sjálvum. Harafturat er tað av týdningi, at slík prinsipiell mál verða viðgjørd og avgreidd í samsvar við tær demokratisku skipanirnar, vit hava.
Hetta er eitt gott útgangsstøði fyri onnur stórmál, sum landstýrið hevur í hyggju at fremja, t.d. handilsavtalu við EU, uttanríkisheimildir og fullan limaskap í Norðurlandaráðnum.
Tí, um grundarlagið fyri samstarv er bygt á álit og virðing, so verður innihaldið trygt og varðandi. Hinvegin, um samstarv er grundað á krøv og hóttanir, so hvørvur vælviljin, og fundamentið verður skirvisligt.
Samstarv slóðar fyri stabiliteti, um hetta er gjørt á ein virðiligan hátt.