08. februar 2022
Ein nýskipan av SEV kann seta ferð á málið um einar grønar Føroyar á landi í 2030, men politiska mótstøðan er stór, sigur Edmund Joensen í nýggjari grein, ið kann lesast her.
Føroyar skulu vera grønar á landi í 2030. Hetta er ein setningur og eitt mál, vit hava hoyrt javnan seinastu árini.
Vit hava sostatt átta ár at økja el-framleiðsluna so nógv, at hon eisini fevnir um upphiting av bygningum, orku til bilar og mangt annað, sum bæði hitar og kølir, ella sum melur og rørir seg.
Átta ár at venda allari orkuframleiðsluni á landi frá svartari til grøna. Og við núverandi gongdini, har grøna orkan ikki fær fylgt við orkutørvinum, hevur tað meira skund enn nakrantíð áður at fáa framt hesa umlegging.
Politiskt er semja um hesa ætlanina í síni heild. Men sum skilst eru ymsar meiningar um eigaraviðurskiftuni av sjálvari framleiðsluni.
SEV stendur sum kunnugt fyri næstan allari framleiðslu av el-orku í Føroyum í dag, og tað eru kommunurnar, ið eiga SEV.
Ein umlegging á hesum støði, frá svartari til grøna orka, krevur eina sera stóra íløgu – einar 10 milliardir sigst – og ein ætlan sum hendan, ið er so íløgukrevjandi, váðafus og skal gerast skótt, krevur eina nýskipan, har onnur feløg enn SEV eisini lyfta byrðuna.
Tað er ikki rímiligt at áleggja SEV, og tískil kommununum, allan váðan av hesi risa íløgu, heldur landsstýrið, men tað er heldur ikki neyðugt. Vit vita longu, at har eru privat feløg, ið eru áhugaði í at gera neyðugu íløgurnar, sum kunnu nøkta nakað av núverandi tørvi. Men mótstøðan er stór.
SEV setur prísin
Lat meg fyrst í stuttum við einum dømi lýsa, hvussu eg havi skilt, at hendan framtíðarætlaða skipanin kann skipast:
Fyrst og fremst skal SEV býtast upp í tveir partar: orkufelagið SEV, sum framleiðir streym, og netfelagið SEV, sum selur streym.
Sostatt er broytingin tann, at orkufelagið SEV, í fríari kapping við onnur feløg, skal bjóða upp á at selja streym til netfelagið SEV. Seinasta tilboðið frá privatum vindmyllufelagi var 22 oyru pr. kWh. Av samlaða kWh-prísinum fer sostatt minni enn 12 prosent av samlaðu upphæddini til privatu feløgini, sum afturfyri átaka sær allan váða og alla íløgu.
SEV fær stýringsrættin
SEV, sum vit øll eru góð við og eiga, fær stýringsrættin av øllum streymnetinum og orkuveitingini, sum samhaldsfast skal veitast øllum í Føroyum, næstan líka mikið hvar vit búgva.
Vit eru í tí hepnu støðu, at onnur feløg bjóða seg fram at kappast við SEV um at framleiða orku til føroyska samfelagið undir hesum treytum. Tá soleiðis er, skilir ein og hvør, at eitt gjøgnumskygnisprinsipp má vera galdandi í allari skipanini, soleiðis at øll skulu føla seg trygg við prísir, mannagongdir og skipanir. Vit borgarar ikki minst.
Tíðin krevur nýskipan
Einki varir ævigt, verður sagt, soleiðis heldur ikki við núverandi SEV orkuskipanini. Broytingar skulu til í skipanini, nú samfelagið Føroyar skal so langt burtur frá at brúka olju til orkuframleiðslu sum gjørligt.
Tíðin krevur nýskipan. Hendan nýskipan er fyrst og fremst, at SEV verður uppdeilt í netfelag og orkufelag. Gjøgnumskygni og opinleiki verður tá fyri allar partar, sum luttaka í vinnuni og fyri sjálvum brúkarunum, sum er Føroya fólk.
Trupulleikin er politiskur
Hvat er trupulleikin, kann man spyrja. Er hetta ikki bara gott og neyðugt fyri alla skipanina?
Tíðin og heimssamfelagið hevur stórar avbjóðingar við CO2-útlátinum, sum skulu loysast. Føroyar teljast millum størstu CO2-syndarar pr. íbúgva. Vit vilja øll hesa broyting, men trupulleikin sær út til at vera politiskur, sum so mangan.
Vit kenna mótbrekkuna aftur. Tað sama hendi, tá ið Telefonverk Føroya Løgtings skuldi umleggjast til partafelag, og eisini við Tryggingarsambandi Føroya. Mótstøðan var tá sum nú, bæði stór og politisk.
Aftaná - og nú succesin frá báðum feløgunum er veruleiki - er larmandi tøgn, og øll tykjast glað um tær báðar umleggingarnar.
Vælsignaðu fólk, fáið tað nú eisini gjørt við SEV og orkuna.
Hetta er ein win-win-støða fyri allar partar - tó mest fyri Føroya fólk, og tað er tað týdningarmesta av øllum. Akkurát sum tað var við Telefonverki Føroya Løgtings og við Tryggingarsambandi Føroya á sinni.