07. mars 2022
Síla- og villlaksaveiða telist fyri nógv sum toppurin av upplivingum. Men um hesin fiskiskapur ikki skal fara niður fyri, er neyðugt at bøta um viðurskiftini hjá føroysku sílunum og villlaksinum.
Føroysku sílini hava tað ikki gott longur - og heldur ikki villlaksurin.
Orsøkirnar eru helst fleiri, men her eru tvinnar:
1. Áir og løkir verða í størri og størri mun tiknir frá sílunum.
2. Alilaksurin hevur partvís trokað villlaksin av, og harafturat hevur lús og onnur umhvørvisávirkan órógvað livikorini hjá villaksinum.
Samfelagið Føroyar skal røkjast og útbyggjast, og SEV skal savna vatn til vaksandi orkutørvin hjá samfelagnum, ið eisini skal nøktast. Hesum skal vera pláss fyri, eingin ivi um tað.
Men útbyggingin av samfelagnum, ið fevnir um húsabygging o.a., førir við sær, at áir og løkir verða umlagdar, lagdar í rør o.s.fr.. Og eisini er dálking av hesi útbygging. Tilsamans ger hetta umstøðurnar hjá smásílum og villlaksinum verri og verri.
Alivinnan stendur fyri umleið helvtini av føroyska útflutninginum, so umstøðurnar hjá henni skulu sjálvsagt eisini vera so góðar sum gjørligt at virka í Føroyum – men vit mugu ikki gloyma sílini og villlaksin í hesi tilgongdini.
Fyri nógv fólk, bæði úr Føroyum og uttan úr heimi, telist síla- og laksaveiða sum toppurin av upplivingum.
Vit føroyingar kenna flest allir barnasøgur um at fiska síl í á og ósa. Sangir og yrkingar eru skrivaðar um henda gandakenda fiskin, og í øldir hevur barnadreymurin hjá føroyskum børnum verið at fáa tað heilt stóra sílið.
Villlaksurin, fiskaður í vøtnum og á sjónum, kann meira kallast ein vaksnamannadreymur ella ein frítíðaruppliving av teimum heilt stóru. Hevur man fyrst roynt henda fiskihátt, fylgir upplivingin einum fyri lívið. Hesin fiskiskapur er óbetalilig uppliving hjá nógvum í stressaða samfelagnum nú á døgum.
Men um hesin fiskiskapur ikki skal fara niður fyri, er neyðugt at bøta um viðurskiftini hjá føroysku sílunum og villlaksinum. Vit mugu hjálpa náttúruni, men spurningurin er, hvussu vit gera tað best.
Hyljar til sílini
Við røttu amboðunum ber væl til at gera hyljar í løkjum og áum til sílini, soleiðis at tey hava hyljar at krógva seg í, sjálvt tá ið turkur er.
SEV tekur vatnið úr hæddini til orkuframleiðsluna, so í flestu førum er so mikið av vatni eftir til sílini, um bara nóg stórir hyljar eru í løkjunum ella áunum. Áir og løkir broytast á hvørjum ári - sandast til, sum vit kalla tað – men nógva staðni ber til at gera nýggjar hyljar og smærri tjarnir til sílini at nørast í við miðvísum arbeiði. Hetta átti at verið førdur politikkur og ein sjálvfylgja eftir míni meting.
Tann gloymdi villlaksurin
Ævintýrið við alivinnuni hevur í stóran mun virkað fyri, at villlaksurin er vorðin gloymdur. Hetta er sera harmiligt. Men hjá villlaksinum er annað galdandi, støðan er ein onnur.
Her tosa vit um tey støðini, har laksurin kemur upp í áir og vøtn á gítingarferð. Hesi støð eru til dømis Leynar á og Leynavatn umframt Mjávuvøtn, bæði ovara og niðara. Sama er galdandi í Saksun, har tað eru Pollurin, áin niðan til vatnið, Saksunarvatn og áin niðan í dalin, sum eru grundarlagið fyri villaksinum.
Laksurin sum jú er stórur fiskur, tá ið hann kemur aftur uttan av havi, krevur rímiliga nógv vatn í ánni fyri at kunna ferðast niðan í vøtnini. Og júst sum við sílunum hevur villlaksurin eisini tørv á mannahjálp.
Betri umstøður til Føroya Sílaveiðufelag
Í nógv harrans ár hevur Sílaveiðufelagið eftir førimuni klakt bæði síl og laks at seta út, hetta frá egnari kleking og smoltaling. Tí haldi eg, at heimildir eiga at verða útvegaðar Sílaveiðufelaginum, soleiðis at felagið hevur heimildirnar at halda skil á í ósum, áum og í vøtnum. Sjálvsagt má alingin uppstigast, soleiðis at krøvini frá heilsumyndugleikunum eru á sama støði sum tey hjá alivinnuni annars. Til dømis viðvíkjandi koppseting, kynbótaarbeiði og merking.
Hetta eigur at verða raðfest so høgt, at tað almenna eigur at lata Føroya Sílaveiðufelag partar av Støðini við Áirnar til sítt arbeiði. Umframt játtan á fíggjarlógini eiga reglur eisini at verða gjørdar, soleiðis at øll viðurskifti hjá felagnum eru skipaði við rættindum og skyldum.
Havstovan eigur at taka uppaftur royndarfiskiskap og merking av laksi á víðum havi, serliga norðanfyri Føroyar, umframt eisini at gera fiskiroyndir rundan um Føroyar á innaru leiðunum. Hetta fyri at vita um laksur er á innaru leiðunum, bæði ali- og villlaksur. Hesar royndir hava eisini til endamáls at kanna hvat tað er fyri laksur, villlur ellla alilaksur, umframt hvussu støðan er við laksalús nú sammett við tað, sum vit kenna frá fyrru royndunum.
Seinni, tá alt hetta er sett í gongd, kunnu vit taka støðu til, í hvussu stóran mun vit vilja hava ferðavinnuna upp í leikin, við lønandi laksatrollingvinnuni fyri eygað.
Eitt er vist: fólk í samfelagnum kann ikki verða hesa uppliving fyri uttan -hon sum lekir sál og likam, og gagnar livandi náttúruna so almikið.