07. apríl 2022
Eftir áheitan frá Edmundi Joensen játtaði danska stjórnin 25,5 mió. kr. til havgransking á fíggjarlógini fyri 2020. Nú er aftur leyst at søkja um stuðul frá Granskingarráðnum, sum umsitur játtanina.
Nú er aftur latið upp fyri umsóknum til granskingarskránna Havgransking í Norðuratlantshavi, sum Granskingarráðið umsitur. 7,8 mió. kr eru leysar at søkja, og stuðul verður væntandi latin 2-3 verkætlanum.
Edmund Joensen, fólkatingslimur fyri Sambandsflokkin, hevur í nógv ár arbeitt fyri umhvørvis- og veðurlagsgransking, og danska stjórnin játtaði á fíggjarlógini fyri 2020, eftir áheitan frá Edmundi Joensen, 25,5 mió. kr. til havgransking kring Føroyar og í Norðuratlantshavi.
Í 2021 vóru 16 mió. kr. leysar at søkja úr puljuni, og 14 mió. kr. vórðu játtaðar til tvær ph.d.-verkætlanir og tvær post.doc-verkætlanir við luttakarum frá stovnum í Grønlandi, Føroyum og Danmark umframt Norra og Skotlandi.
Seinast Edmund Joensen hevði sætið á Fólkatingi vórðu slakar 20 mió. kr. játtaðar til havgransking tær báðar seturnar, hann varð valdur. Stuðulin til havgransking datt tíverri niðurfyri, tá Edmund Joensen ikki varð afturvaldur í 2015. Hann tók málið upp aftur, tá hann var valdur á Fólkating aftur í 2019 og fekk sostatt játtað 25,5 mió. kr. til havgransking í Norðuratlantshavi á fíggjarlógini fyri 2020.
Hesar játtanir hava eisini fíggjað fleiri ph.d.- og post.doc-verkætlanir, og nú ber sostatt aftur til at søkja pening til nýggjar verkætlanir.
Granskingarráðið sigur frá, at søkt verður eftir umsóknum við denti á havgransking, ið er tengd at, tó ikki avmarkað til ryggin millum Grønland, Ísland, Føroyar og Skotland. Best egnaðu vísindagreinar eru til dømis alis-, evna-, lív- ella havfrøði, íroknað evni sum havsúrgan og veðurlagsbroytingar, havvistskipanir ella lívfrøðiligt margfeldi.
Umsóknarfreistin er 25. august 2022 kl. 12.00 føroyska tíð, og meira kann lesast um treytir og annað á heimasíðuni hjá Granskingarráðnum.