26. apríl 2022

Uttanríkis- og verjupolitiskar avbjóðingar og loysnir

Sambandsflokkurin á Fólkatingi hevur útgivið nýtt upprit um uttanríkis- og verjupolitiskar avbjóðingar og skipar í hesum sambandi fyri tiltaki við framløgu og politiskum kjaki í Perluni í Havn, 2. mai kl. 19.30.

Føroyar eru av álvara komnar á geopolitiska heimskortið, og seinastu árini hava boðað frá eini kollveltandi broyting í, hvussu uttanríkis- og verjupolitikkur verður førdur í ríkisfelagsskapinum.

Hóast Danmark hevur yvirskipaðu ábyrgdina av uttanríkis- og verjupolitikki í øllum ríkinum hava Føroyar, og eisini Grønland, søguliga fingið størri rásarúm, ábyrgd og álit til sjálvi at taka avgerðir á hesum málsøkjum. Tað er her, at avbjóðingar í dag kunnu stinga seg upp.

Eru Føroyar fult førar fyri at taka uttanríkis- og verjupolitiskar avgerðir í dag, og hvussu skulu hesar avgerðir takast í framtíðini? Hvørjar avbjóðingar eru í núverandi skipan, og hvussu kunnu tær loysast?

Hesir spurningar verða viðgjørdir í nýggjum uppriti, sum skrivstovan hjá Sambandsflokkinum á Fólkatingi hevur gjørt, kallað “Føroyar á geopolitiska heimskortið – uttanríkis- og verjupolitiskar avbjóðingar og loysnir”.

Í uppritinum verða nakrar avbjóðingar, ið eru í føroysku uttanríkis- og verjupolitisku skipanini og tilgongdini, lýstar, og samstundis verður víst á, hvussu hesar avbjóðingar kunnu loysast.

Uppritið kann finnast við at trýsta á bláa knøttin niðast á síðuni. 

Tiltak um uttanríkis- og verjupolitikk í Perluni
Í samband við útkomuna av uppritinum verður skipað fyri almennum tiltaki í Perluni í Tórshavn, mánadagin 2. mai kl. 19.30.

Her verða høvuðsniðurstøðurnar í uppritinum lagdar fram, og eisini verður pallborðsfundur, har Bárður á Steig Nielsen, Hervør Pálsdóttir, Bjarni Kárason Petersen og Sjúrður Skaale fara at kjakast um uttanríkis- og verjupolitikk í Føroyum, og hvussu vit skipa okkum í samband við økta geopolitiska áhugan.

Skrá:

- Vælkomin
Edmund Joensen, fólkatingslimur fyri Sambandsflokkin

- Uttanríkis- og verjupolitikkur í dag
Bárður á Steig Nielsen, løgmaður og formaður í Sambandsflokkinum

- Framløga av “Føroyar á geopolitiska heimskortið – uttanríkis- og verjupolitiskar avbjóðingar og loysnir”
Skrivstovan hjá Sambandsflokkinum á Fólkatingi

- Steðgur

- Pallborðsfundur
Bárður á Steig Nielsen, Hervør Pálsdóttir, Bjarni Kárason Petersen og Sjúrður Skaale.

John Johannessen verður orðstýrari.

Tiltakið er ókeypis, og øll eru vælkomin.