Harra formaður!
Nógv kann sigast um fíggjarlógaruppskotið, sum liggur á borðinum. Sumt er longu sagt. Annað er betri ósagt.
Tó vil eg gjarna undirstrika eitt, sum vit øll í hesum høga tingi mugu halda okkum fyri eygað frameftir.
Tað er inntøkuskapan.
At skapa inntøkur er tað, sum manglar mest! – ikki bara í fíggjarlógini men í tí samlaða føroyska búskapinum.
Tað síggja vit í nýggju frágreiðingini frá Búskaparráðnum. Og hetta er ein boðskapur, sum er so ómetaliga týðandi.
Vit kunnu tosa um rakstur og íløgur og skifta orð um raðfestingar – men uttan inntøkur gerst onki.
- - -
Búskaparráðið vísir á, at politikarar hava verið raskir at skera í inntøkunum. Frágreiðingin nevnir ítøkiliga skerjingina av ríkisveitingini, og hon nevnir skattalættar.
Hetta má halda uppat.
Tað er eitt úttrykk fyri fullkomiligum ábyrgdarloysi at skerja inntøkurnar í hesum landinum. Tvørturímóti eiga vit øll at arbeiða fyri at økja inntøkurnar.
- - -
Eg havi hug at nevna trý økir, sum kunnu geva fleiri inntøkur, um vit gera okkara heimaarbeiði nóg væl.
- Vit kunnu arbeiða fyri at tiðna ríkisveitingina. Tað gevur størri inntøkur.
- Vit skulu finna Føroyum eitt pláss í ES, so sum samgonguskjalið sigur. Tað gevur betri marknaðaratgongd og atgongd til menning av okkara vinnulívi. Og tað ber aftur í sær størri inntøkur.
- Vit eiga t.d. at skjalprógva, at sild og makrelur hevur okkara havøki sum fitilendi. Og so skulu vit krevja ein størri part av heildarkvotuni. Tað gevur størri inntøkur
Í heila tikið er nógv, vit kunnu gera fyri at økja inntøkurnar, men tað tykist, sum vit í hesum høga Tingið gera tað øvugta.
- - -
Fíggjarlógaruppskotið, sum liggur á borðinum, er langt frá tí, sum eg kundi ynskt mær. Tó er hetta fyrstu ferð í langa tíð, at eitt fíggjarlógaruppskot kemur í Tingið, sum roynir at fylgja nýggju reglunum í játtanarskipanini.
Og vøksturin er tálmaður. Hesuferð er hann undir 2 prosent. Undinfarin ár hevur vøksturin verið uml. 7-9 prosent.
Tá vit hyggja at andstøðuni og síggja alternativið til hesa fíggjarlógina, so eri eg sannførdur um, at hetta uppskotið er tað frægara av tveimum ringum.
Takk fyri.
NB! Legg til merkis, at hetta er handritið til røðuna. Tí er ikki víst, at hetta orðarætt er tað, ið sagt varð, tá røðan varð hildin. Undir orðaskiftinum vórðu fleiri viðmerkingar gjørdar, og tær eru heldur ikki við í røðuni