08. september 2022

Maðurin við stóru gávunum er farin

Mæti karikaturteknarin Óli Petersen er farin yvir um, 86 ára gamal.

Myndina hevur Kalmar Lindenskov tikið.

Vit politikarar høvdu størstu virðing fyri tí, sum kom frá hondini hjá Óla P. Hann gjørdi politikk sera áhugaverdan, so ein kundi við einum brosi fylgja við í tí sum fyrifórst, sjálvt um tað vóru álvarslig mál. Eisini dugdi hann sum fáur at gjøgnumskoða avleiðingar og ætlan, ofta áðrenn pressan og politiskir smiðir av ymsum slag høvdu sæð ljósið.

Sjálvur upplivdi eg ofta í mínari løgmannstíð, at Óli sá møguligar konfliktir, áðrenn vit og onnur høvdu gjøgnumskoðað, at hesar fóru at koma.

Alt hetta megnaði hann við sínum karikaturtekningum, og tað uttan at vera óndskapsfullur. Eg kann ikki hugsa mær nakran politikara, sum situr eftir við aggi til Óla fyri tekningar sínar. Tvørturímóti sita vit eftir við stórari undran yvir, hvussu meistarliga lýsingin av okkum var. Fyri mítt viðkomandi var tað til dømis við tí eyðkenninum, at eygnabrúgvin á høgra eyga var uppi undir takskegginum. Eg smíltist hvørja ferð, og onnur hava óivað smílst við mær. Hetta var nokk til, at lesarin spenti í láturvøddarnar, og søgan gleið betri niðurum.

Hesin stóri kapasiteturin er nú farin um sýn, men minnini um Óla P. liva víðari. Í teimum mongu bókunum, hann gav út, og sum ivaleyst finnast í flestu húsum í Føroyum saman við úrklippum, ið fólk hava goymt.

Saknaður verður hann sjálvandi mest av familju og vinum, men so sanniliga eisini av okkum statistum í politikki, sum hann so mangan var við til at gera bæði stuttligari og lættari.

Hvíl í friði, stóri føðilandsvoktari okkara, Óli P.

Edmund