07. februar 2023

Ríkisfelagsskapur, handilsavtala og eitt sindur um makrel

Fyrsti víðkaði spurnartímin í hesu fólkatingssetuni var í dag á Fólkatingi. Víðkaður spurnartími merkir, at norðuratlantisku limirnir saman við donsku floksformonnunum, kunnu seta forsætisráðfrúuni upp til tríggjar spurningar hvør.

 

Í samgonguskjalinum stendur orðingin “Einki um Føroyar og Grønland uttan um Føroyar og Grønland”, og Anna Falkenberg spurdi tí Mette Frederiksen, um hon kundi útgreina orðingina, umframt greiða frá, hvussu stjórnin ætlar at arbeiða við hesum málsetningi.  

Tað er eingin loyna, at forsætisráðfrúuni dámar væl makrel upp á breyð. Fyri at vísa á týdningin av at Føroyar fáa betri atgongd til ES-marknaðin, valdi Anna at innleiða seinna spurningin á heldur ótraditionellan hátt. Tí hóast Føroyar útflyta heilt nógvan makrel, fáa danir ikki gleði av føroyskum makreli upp á breyð. Føroyar kunnu nevniliga ikki útflyta meirvirkaðan makrel til Danmarkar, ella onnur ES-lond, uttan at tollur verður lagdur omaná.  

Mette Frederiksen takkaði fyri spurningarnar og segði, at hóast hon hevði fingið nógvar spurningar um makrel, so var tað ikki áður hent í fólkatingssalinum. Hon vísti síðani á týdningin av, at Føroyar fáa betri atgongd til ES-marknaðin, og hvussu danska stjórnin fer at virka fyri at hetta verður veruleiki sum skjótast.

Sí allar spurningar og svar í filmsbrotinum omanfyri.