06. november 2023
Skal samstarvið millum Føroyar og ES styrkjast og ein betri handilsavtala fáast í lag, er neyðugt við samskipaðum trýsti frá fleiri síðum.
Sáttmálin frá 1997 er enn galdandi, hóast Føroya Landsstýri við jøvnum millumbilum roynir at treingja í gjøgnum treku ES-skipanina fyri at samráðast um eina nýggja, fríari avtalu.
Í dag er alkunnugt, at avtalan ikki er nøktandi og gagnar hvørki føroyska vinnulívinum ella nýhugsan. Hetta er m.a. orsakað av, at tað ikki er gjørligt at útflyta meirvirkaðar fiskavørur til ES-marknaðin uttan toll – ein vøra, sum marknaðurin annars eftirspyr.
Tað er avgerandi, at ljós verður varpað á føroysku ætlaninar um eina betri avtalu og styrkt samstarv við ES. Hetta skal raðfestast av fólkavaldum bæði í Løgtinginum, Fólkatinginum, og í Brússel, sum hava innlit í, hvussu umráðandi eitt styrkt samstarv er fyri føroyska samfelagið.
Ikki einans innlit í, hvussu ein nýggj handilsavtala betri kann tryggja og menna føroyska vinnulívið og nýhugsan, men eisini í breiðari merking kenna týdningin av at knýta Føroyar tættari fastlandinum og Vesturheiminum í ótryggum tíðum. Meðan málið er væl kent í Løgtinginum og verður javnan umrøtt, er tørvur á einum samskipaðum innsatsi fyri at fáa málið á dagsskrá aðrastaðni, har tað kann hava ávirkan.
Tað hoyrist ofta, av góðum grundum, at føroyingar eru at finna allastaðni. Óansæð hvar í heiminum vit eru, er tað nærum uttan undantak, at vit renna okkum í ein annan føroying, hóast sannlíkindini eru at kalla eingin. Hetta ger seg eisini galdandi í tí parlamentariska arbeiðnum.
Sum tveir føroyingar umboðaðir í ávíkavist Fólkatinginum og í ES-tinginum, hava vit møguleika at gera okkara ávirkan galdandi. Saman við einum áhaldandi trýsti úr Føroyum, kunnu vit gera okkara ávirkan galdandi fyri at seta Føroyar á politisku dagsskránna. At knýta Føroyar og ES tættari saman er somuleiðis ein uppgáva fyri okkara starvsfelagar í ávikavist Fólkatinginum og ES-tinginum, sum tørva nágreiniligt innlit í málið fyri at skilja týdningin av samstarvinum fyri føroyska samfelagið.
Støðan í heiminum er spent, og tørvur er á samstarvi og samskipan tvørturum landamørk og millum parlamentir. Við dialogi, vitanardeiling og einum virknum innsatsi kunnu vit tryggja, at søk Føroya verður hoyrd og raðfest.
Anna Falkenberg, fólkatingslimur fyri Sambandsflokkin, og Bergur Løkke Rasmussen, ES-tinglimur fyri Moderaterne.
- Grein í Dimmalætting 27. oktober 2023