13. august 2024
Alt talar fyri, at tíðin er hin rætta at gera broytingar í Ríkisfelagsskapinum. Allir flokkar í løgtinginum vilja, at Føroyar fáa egna umboðan í altjóða felagsskapum, og staðfesta tey rættindi, Føroyar hava fingið. Í Danmark tykist stjórnin at vilja finna eina skilagóða loysn.
Vit skulu fylgja við tíðini, og tí er tað einasta rætta at skipa viðurskiftini í Ríkisfelagsskapinum av nýggjum.
Líka síðani 1948, tá Heimastýrislógin bleiv sett í gildið, hevur Ríkisfelagsskapurin ment seg, og føroyska samfelagið er í dag á hædd við onnur norðurlendsk lond.
Hóast menning, og hóast vit hava eina Heimastýrislóg, sum hevur tænt okkum væl, er neyðugt við tillagingum. Og nú er stundin komin at fremja nakrar broytingar.
Vit skulu ikki úr Ríkisfelagsskapinum, men karmarnir skulu moderniserast. Hesum sleppa vit ikki undan og tí mugu vit skipa viðurskiftini eftir tí veruleika, vit nú einaferð liva í.
Fremja vit ikki broytingarnar nú, so fara vit at renna høvdið móti múrinum um ikki so langa tíð.
Sambandsflokkurin hevur sum aðalmál at arbeiða fyri frísinnaðari menning av Føroyum, sum er búskaparlig, mentanarlig og stjórnarlig.
Tí vilja vit átaka okkum uppgávuna at modernisera Ríkisfelagsskapin, og vit vilja eisini ganga undan í royndini at koma á mál.
Tí hava vit lagt okkara hugsanir fram um, hvussu vit kunnu blíva eitt sjálvstýrandi land í ríkinum.
Loysnir heldur enn forðingar
Tá eg eygleiði støðuna úr mínum sessi í Fólkatinginum, so er eingin ivi um, at hetta er rætta løtan at fara undir at modernisera Ríkisfelagsskapin.
Eingin konflikt er í Ríkinum, ið órógvar, og tí hava vit ein gyltan møguleika at finna eina góða loysn í frið og náðum.
Danska stjórnin tykist at vilja fara langt í royndini at skipa viðurskiftini av nýggjum.
Og í Føroyum tosa allir flokkar um, at broytingar mugu gerast.
Síðani okkara flokkur kunngjørdi ætlanina um “Nýtt Samband” hava røddir verið frammi um, at tað letur seg ikki gera at blíva sjálvstøðugir limir í altjóða felagsskapum við tí loysn, sum vit hava skotið upp. Vit hava fleiri dømir um, at lond ikki eru limir í ST, men kortini eru limir í altjóða og millumtjóða felagsskapum.
Vónandi fara aðrir flokkar at geva teirra íkast til kjakið, og vónandi fara flokkarnir at seta sjóneykuna á loysnir, heldur enn forðingar.
Vit vilja fram um alt annað finna skilagóðar loysnir.