13. august 2024
Tingbólkurin hjá Vinstra heldur summarfund í Føroyum í døgunum 15. – 18. august. Anna Falkenberg er vertur fyri vitjanini.
Tað er siðvenja hjá donsku flokkunum í fólkatinginum at hava ein tingbólkafund um summarið, áðrenn eitt nýtt fólkatingsár byrjar.
Vanliga er hesin tingbólkafundur ikki at sama staði á hvørjum ári, og í ár hevur Vinstri valt at halda tingbólkafundin í Føroyum.
Anna Falkenberg er partur av tingbólkinum hjá Vinstra, og hon er eisini vertur fyri vitjanini.
Allur tingbólkurin kemur við til Føroya, eisini ráðharrarnir.
Vinstri hevur tvær ferðir áður hildið tingbólkafund í Føroyum. Fyrstu ferð var í 1992, tá Uffe Ellemann-Jensen var formaður. Í 2009 var flokkurin aftur í Føroyum, og tá var Lars Løkke Rasmussen formaður.
Í dag er Troels Lund Poulsen formaður, og hann verður eisini við á ferðini.
Í samband við tingbólkafundin verður eisini skipað fyri tíðindafundi fríggjadagin klokkan 12 á Hotel Hafnia, har allir miðlar eru vælkomnir.
Umframt at fundast um at seta politisku kósini komandi fólkatingsár, so verður eisini tíð til hjá tingbólkinum at vitja støð í Føroyum, og kunna seg betur um føroysk viðurskiftir.
Eisini verður ein fótbóltsdystur millum Vinstra og Sambandsflokkin. Tað frættist, at báðir partar hava fyrireikað seg væl til dystin, og tað er altavgerandi fyri báðar partar at vinna. Í 2009 var Sambandsflokkurin omaná, tá flokkarnir brustu saman í einum dysti í Gundadali.
Møguleiki verður at síggja Troels Lund Poulsen, ið sigst at vera ein útmerkaður fótbóltsspælari, Søren Gade, Thomas Danielsen og aðrar politikarar hjá Vinstra dystast við Bárð á Steig Nielsen, Helga Abrahamsen, Annu Falkenberg og onnur.
Sjúrður Skaale er dómari.
Dysturin verður í Gundadali leygardagin 17. august klokkan 15.