30. september 2024

Vitanin hjá ungum um Ríkisfelagsskapin má økjast

Hósdagin 26. september var tiltak í Norðuratlants Bryggjuni í Kyepmannahavn, har DUF (Dansk Ungdoms Fællesråd) legði fram sína Sjómaq-kanning, um hvat ung fólk í ríkisfelagsskapinum halda um hvønn annan.

Tíverri, so vísir kanningin hjá DUF, at tey ungu í Danmark, Føroyum og í Grønlandi vita ov lítið um hvønn annan. Serliga hava ungir danir lítlan kunnleika um Føroyar og Grønland.

Ein glotti í kanningini er tó, at nógv ung vilja styrkja samstarvið.

Sjómaq er eitt átak, sum Edmund Joensen og Aaja Chemnitz av fyrstan tíð fingu á donsku fíggjarlógina, og hvørt endamál var at økja um kunnleikan millum ung í ríkisfelagsskapinum.

Síðan havi eg, saman við Aaju Chemnitz hildið fram við átakinum, soleiðis, at tað framvegis hevur verið á donsku fíggjarlógini.

Endamálið við Sjómaq var grundað í, at vit vildu basa fordómarnar millum ung í Føroyum, Grønlandi og Danmark. Tað er gott við fakta - tí er kanningin, sum Dansk Ungdoms Fællesråd, júst hevur givið út, kærkomin.

Kunnleikin hjá teimum ungu um Ríkisfelagsskapin eigur at broytast, so at tað verður til gagns fyri Ríkisfelagsskapin.

Eg ætli mær at gera mína ávirkan galdandi, so at donsk ung fara at læra meira um Føroyar og Grønland.

Anna Falkenberg, Sambandsflokkurin á Fólkatingi