10. oktober 2024
Anna Falkenberg, fólkatingskvinna, og Gunnar Holm-Jacobsen, sendimaður Føroya í Keypmannahavn, høvdu 10. oktober 2024 fund á Christiansborg.
Gunnar Holm-Jacobsen tók við starvinum 1. september.
Føroysku fólkatingslimirnir og Sendistova Føroya í Keypmannahavn samstarva um fleiri viðurskifti, og tí var tað eitt gott høvi hjá bæði fólkatingskvinnuni og sendimanninum at heilsa uppá hvønn annan fyri at umrøða framtíðar samstarv.
Sambandsflokkurin á Fólkatingi ynskir Gunnari góða eydnu í nýggju starvinum.