27. november 2024

Forsætisráðfrúan vil finna eina loysn á WTO-málinum

Mette Frederiksen, forsætisráðfrúa, heldur, at tað er best fyri bæði Føroyar og Danmark, at grein 6 í Heimastýrislógini fyri fyrstu ferð verður brúkt.

Anna Falkenberg, fólkatingskvinna fyri Sambandsflokkin, spurdi Mette Frederiksen í fólkatinginum, um tað er positivt ella negativt fyri Ríkisfelagsskapin, at grein 6 verður brúkt fyri at fáa greiðu á, um Føroyar kunnu fáa fullan limaskap í WTO.

Mette Frederiksen svaraði, at tað er positivt, at málið verður roynt, serliga tí londini bæði eru samd um at royna hesa greinina í Heimastýrislógini í eini roynd at finna eina loysn á málinum.

Sí svarið frá Mette Frederiksen til Annu Falkenberg niðanfyri: