07. februar 2025
“Tað er umráðandi, at vit í Danmark og í Føroyum kjakast um, hvussu viðurskiftini skulu skipast í Ríkisfelagsskapinum, tí broytingar mugu gerast”. Tað sigur Anna Falkenberg, fólkatingskvinna fyri Sambandsflokkin.
Ríkisrættarligu viðurskiftini í Ríkisfelagsskapinum blivu umrødd á ráðstevnu á Christiansborg, sum Sambandsflokkurin á Fólkatingi skipaði fyri.
Sjónarmiðini hjá teimum, sum løgdu fram, og teimum sum luttóku í pallborðskjakinum, vóru ymisk. Michael Zilmer-Johns, fyrrverandi diplomatur, heldur, at londini í Ríkisfelagsskapininum skulu slíta frá hvørjum øðrum, fyri síðani at gera ein nýggjan felagsskap við trimum sjálvstøðugum londum.
Konservativi politikarin, Rasmus Jarlov, helt ikki tað vera eitt gott hugskot, og Karsten Hønge frá SF heldur, at tíðin er komin, at vit skulu gera okkum greitt, um Ríkisfelagsskapurin skal halda fram ella ikki.
Eisini legði Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum, fram høvuðsinnihaldið í “Nýtt Samband”.
“Meiningarnar eru ymiskar, og tað mugu vit virða. Sambandsflokkurin vil gera broytingar, har vit varðveita sambandið við Danmark og varðveita teir fyrimunir, vit hava í dag. Vit vilja ikki, at rættindini hjá borgararanum í Føroyum blíva verri enn í dag eftir eina umskipan. Kjakið um framtíðarviðurskiftini mugu vit tosa opið og alment um, so bæði vanliga fólkið og politikarar uttanfyri Føroyar vita, hvat gongur fyri seg”, sigur Anna Falkenberg.