27. februar 2025

Slava Ukraini!

Í dag eru trý ár síðani, at kríggj brast á í Evropa. Russland leyp á frælsu tjóðina Ukraina, og hóast Ukraina hevur barst manniliga móti diktaturstatinum í Russlandi, so hevur landið framvegis tørv á stuðli.

Tí Ukraina berjist ikki bert fyri frælsi í egnum landi. Ukraina berjist eisini fyri okkum.

Vit í Føroyum kunnu ikki blíva við at lata sum einki. Vit eru partur av altjóða samfelagnum, og tí mugu vit eisini átaka okkum ta ábyrgd, sum krevst fyri, at Vesturheimurin stendur so sterkur sum møguligt móti hóttanini frá Russlandi.

Í løtuni eru samráðingar um at fáa frið í lag í Ukraina. Hendan avtalan má enda við, at Ukraina fær trygd fyri, at landið verður vart móti álopum frá Russlandi. 

Um diktatorurin Putin sær ein møguleika at aftur leypa á Ukraina, so ger hann tað. Og standa vit ikki saman í Vesturheiminum, er møguleiki fyri, at hann eisini fer at leypa á onnur lond. Fregnartænastur ávara um hesa støðuna.

Russland berjist av øllum alvi fyri at bróta niður okkara demokratisku skipanir.

Vesturheimurin má vísa styrki. Russiski diktatorurin skilir einki annað mál enn eitt sterkt mótspæl. Tí fer hernaðardubbing fram í Evropa í løtuni. Soleiðis er støðan, tíverri.

Ein vánalig friðaravtala kann eisini fáa ógvusligar avleiðingar um okkara leiðir. Fregnartænastan hjá donsku verjuni skrivar í frágreiðing, at møguleikin fyri russiskari hernaðardubbing í Arktis er størri, um endi verður gjørdur á krígnum í Ukraina eftir treytunum hjá Russlandi. Eisini er vandin fyri hybridálopum í arktiska økinum øktur seinnu árini. Í Grønlandi hava tey ásannað, at Arktis ikki longur er eitt lágspenningsøkið.

Vit kunnu gera mun í Vesturheiminum, eins og Ukraina ger ein stóran mun í stríðnum fyri at varðveita demokratiið. Tí hava Ukraina og Vesturheimurin brúk fyri øllum stuðli, sum tilber – eisini okkara. Tí hevur tað týdning, hvat Føroyar gera í verjusamráðingunum og taka ta ábyrgd, sum er neyðug.

Anna Falkenberg, fólkatingskvinna fyri Sambandsflokkin.