13. mars 2025

Nevndarferð við UPN í Vietnam - Eitt føroyskt sjónarmið

Ferðin við Uttanlandsnevndini (UPN) í Vietnam hevur sett nakrar tankar í gongd. Her er ein gyltur møguleiki at styrkja føroysk sambond og áhugamál í einum týdningarmiklum parti av heiminum.

Í eini tíð við vaksandi geopolitiskum trýsti og broyttari valdsjavnvág er tað alneyðugt, at vit sum land hugsavna okkum um at útbyggja okkara uttanríkistænastu, eisini við minni lond í Asia.

Føroyar hava sum lítil, men virkin leiklutur á altjóða pallinum, ein serstakan tørv á at brúka sambond, sum longu eru ment umvegis donsku uttanríkistænastuna.

Netverkið, sum Danmark hevur bygt upp í mongum londum - eisini í Asia - eigur at verða gagnnýtt til fulnar, so vit megna at tryggja føroyskan áhuga og ávirkan.

Vietnam er ein gyltur marknaðarmøguleiki fyri føroyskt vinnulív, serliga innan ta maritimu vinnuna, har Føroyar hava eitt gott umdømi og drúgvar royndir.

Við okkara vaksandi búskaparliga týdningi og tørvi á nýggjum maritimum loysnum er Vietnam ein upplagdur samstarvspartnari hjá føroyskum fyritøkum. Við at útbyggja handilslig sambond og gagnnýta verandi danska netverkið kunnu vit skapa nýggjar møguleikar og menna vinnuligar samstarvsavtalur.

Styrkja vit sambondini við lond sum Vietnam og onnur í økinum, kunnu vit ikki bara fremja handilslig og vinnulig áhugamál, men eisini skapa eina betri fatan av føroyska samfelagnum og okkara avbjóðingum. Samstundis er neyðugt at hava eyguni opin fyri tí geopolitiska rákinum í økinum, har bæði USA, Kina og onnur stórveldi kappast um ávirkan.

Ein føroysk uttanríkispolitisk strategi má fevna um eitt langtíðar sjónarmið, har vit ikki bara virka gjøgnum danska netverkið, men eisini sjálvstøðugt byggja upp okkara egnu sambond við minni lond og nýggjar samstarvspartar. Soleiðis kunnu vit tryggja, at føroysk áhugamál verða vird og tikin við í einari altjóða heimsskipan, sum er í støðugari broyting.

Anna Falkenberg, fólkatingskvinna fyri Sambandsflokkin.