19. mars 2025
Á landsfundinum hjá Sambandsflokkinum bleiv Bárður á Steig Nielsen afturvaldur til formann. Bárður á Steig Nielsen bleiv fyrstu ferð valdur til formann í 2015.
Bárður á Steig Nielsen var einasta valevni til formanssessin hjá Sambandsflokkinum.
Anna Falkenberg bleiv vald til næstforkvinnu á landsfundinum. Hon stillaði upp til sessin móti Helga Abrahamsen, og ein meiriluti atkvøddi fyri Annu Falkenberg, og tískil fær flokkurin eina nýggja næstforkvinnu.
- Eg eri fegin um stuðulin, eg havi fingið á landsfundinum. Helgi Abrahamsen hevur røkt sessin væl, og eg ætli mær at halda fram við góða arbeiðnum, sum millum annað snýr seg um at fyrireika flokkin til komandi fólkatings- og løgtingsval, sigur Anna Falkenberg.