Átrúnaður og etikkur hava týdning fyri nógv, og tí hava júst hesi bæði fylt nógv í almenna rúminum seinnu árini.
Í Sambandsflokkinum siga vit, at vit reka ein “framtaksfúsan politikk á kristiligum mentanarstøði”. Tað stendur í stevnuskránni, og tað hevur týdning.
Hinvegin vita vit eisini, at tá tað kemur til átrúnað, mugu vit vera hovlig og varin – tí átrúnaður er grundleggjandi persónligur.
Tað er eisini grundin til, at tað ber ikki til at lóggeva um átrúnaðarlig mál ella við støði í átrúnaðarligum reglum. Í staðin eiga vit at halda okkum fyri eygað grundleggjandi mannarættindi.
Í míni løgmanstíð settu vit Europeiska Mannarættinda-sáttmálan í gildi fyri Føroyar. Hann ásetur m.a., at vit skulu ikki diskriminera í okkara landi.
Á vanligum málið merkir tað, at vit skulu vísa tolsemi móti hvørjum øðrum. Vit skulu jú øll vera her, og pláss skal vera fyri øllum.
Lond, sum ikki virða mannarættindi, hoyra ikki til tann siviliseraða partin av heiminum, og ongin tekur tey fyri fult.
Í grundini er púra óneyðugt at stríðast um, hvørt Halgabók skal tulkast henda ella handa vegin – heilt inn í Tingið.
Lat okkum heldur gera sum teir gomlu. Teir søgdu, at viðurskifti millum Várharra og teg ERU viðurskifti millum Várharra og teg.
Vel tolsemi!
Edmund Joensen