15. mars 2014

- Vinna og verja rættindi hvønn dag

- Tann, sum heldur, at rættindini eru nakað statiskt, sum livir sítt egna friðarliga lív í onkrari skipan, fer skeivur. Á Christiansborg vinna og verja vit føroysk rættindi hvønn dag, sigur Edmund Joensen, fólkatingsmaður, í røðu til landsfund Sambandsfloksins

Sambandsflokkurin hevði landsfund í Tórshavn í dag, og fólkatingsmaður floksins helt røðu, har ið hann greiddi frá fólkatingsarbeiðinum og gjørdi viðmerkingar til politisku støðuna í Føroyum í dag.

 

Her er eitt brot út røðuni:

 

Ein av teimum stóru amerikansku forsetunum í nýggjari tíð man vera demokraturin Bill Clinton.
 
Í sínari forsetatíð tók hann eina ferð til, at "USA virkar nú einaferð best, tá ið støðugt fleiri hava betri møguleika at liva út sínar dreymar".
 
Hetta eru beinrakin orð, sum eina best lýsa, hvat ið politikkur snýr seg um.
 
Landið virkar best, tá ið fólkið fær livað út sínar dreymar!
 
Hetta er politiski setningurin hjá sambandsfólkum - og hetta er stjørnan, sum Sambandsflokkurin á Christiansborg stýrir eftir.
 
Tað skal vera trygt, gott og mennandi at vera føroyingur í Føroyum - og ríkisborgari í okkara ríki.
- - -
 
Okkara flokkur hevur havt umboðan á Fólkatingi seinastu stívliga seks árini.
 
Hesin heiður og framíhjárættur at umboða føroyingar á Christiansborg er fallin mær í lut hetta tíðarskeiðið.
 
Uppgávan er spennandi - fyrst og fremst tí, at tað nógva av arbeiðinum gevur góða meining fyri Føroyar.
 
Flokkurin hevur eina væl virkandi skrivstovu - eina bastión á Borgini - sum í praksis arbeiðir við at útvikla ríkisfelagsskapin.
 
Onnur vilja avvikla, men vit útvikla!
- - -
 
Tað gera vit uppá tveir mátar á Christiansborg.
 
Vit VERJA - og vit MENNA - ríkisborgararættindi hjá føroyingum OG rættindi hjá Føroyum í Ríkisfelagsskapinum.
 
Tann, sum heldur, at rættindini eru nakað statiskt, sum livir sítt egna friðarliga lív í onkrari skipan, fer skeivur.
 
Rættindi skulu vinnast og verjast hvønn dag!