17. november 2013
TÍÐARGREIN: Føroyar eru eitt felags valdømi, og tað setur føroyingin frían til at velja tann flokk ella persón, ið veljarin metir vera best skikkaðan til at stjórna landinum. Hetta er fólkaræði. Avbjóðingin er nú, at politisku flokkarnir mugu stríðast ímóti rossahandlum, politiskum luski og privatum markeringum. Floksleiðslur mugu venja seg við eina nýggja tíð við nýggjum spælireglum
Her er tíðargrein hjá Edmundi Joensen, fólkatingsmanni, í Sosialinum 7. nov. 2013:
"Ongin skipan er betri en fólkini, ið umsita hana, gera hana til".
Hetta orðatak rakar aloftast beint.
Skipanir ella "system", sum vit eisini nevna tey, eru mennsikjaskapt. Menniskju umsita og brúka tey.
Tí er tað í stóran mun undanførsla, tá sagt verður, at "trupulleikin er í skipanini".
Hitt rætta man í flestum førum vera, at trupulleikin liggur hjá teimum, ið umsita ella virka í skipanini.
Soleiðis er eisini við teirri lutfallsliga nýggju føroysku valskipanini, sum síðani 2007 hevur skipað landið alt í eitt felags valdømi.
Skipanin fær nógv oman yvir seg, men meginparturin av atfinningunum átti at verið vendur til teirra, sum virka í skipanini og umsita hana.
Rótin til alt ilt
Henda tíðargrein nemur við føroysku valskipanina, nú orðaskifti og tilhoyrandi kritikkur av skipanini hevur tikið seg uppaftur. Tað hendir við millumbilum, hóast skipanin bert hevur virkað í hálvt annað valskeið.
Hesaferð er orðaskiftið risið m.a. í sambandi við tað, sum eftir øllum at døma fór fram, tá ið nógv umrøddi Skálafjarðartunnilin var á dagsskrá.
Fjølmiðlar, politikarar o.o. halda seg síggja, at tá ið samgongan fyrr í ár vildi vinna sær meiriluta fyri privatu tunnilsloysnini, royndi onkur - við pengum úr gamla landsbankanum í bakhond - at "keypa" sær atkvøður frá ávísum politikarum.
Hvørt hetta er rætt ella ikki, er upp til onnur at meta um. Landsstýrismálanevndin mælir til, at handfaringin skal kannast nærri, og tað arbeiðið fer í gongd í næstum, skilst.
Hinvegin eru eisini røddir frammi, ið siga, at átaluverd politisk atferð, vaksandi lokalpolitikkur, rossahandlar, lusk og alliansur tvørtur um floksmørk spretta úr valskipanini.
Hetta er sjálvandi burturvið.
Her eru nakrir av pástandunum:
Mótstríðandi pástandir
Sumt av tí, ið pástandirnir omanfyri peika á, er rætt. Tíverri.
Tað er ein sannroynd, at floksdisciplinin er og hevur verið víkjandi, og at politikarar í ávísan mun renna aftan á málum, ið geva umrøðu og sjónligheit.
Tó er tað burturvið at geva einari valskipan skyldina fyri, at politiska umhvørvið og atferð hjá politikarum eru farin út á skráplanið.
Tað, at ein politikari er valdur í Vágum, Tórshavn ella í Sandoy, ger ikki, at hann ella hon er sjálvsøkin ella vil gera rossahandlar ella ivasamar avtalur, ið ikki tola dagsins ljós.
Aðrir pástandir hava onki hald í veruleikanum.
Eitt nú smokka tey gomlu valdømini ikki niðurímillum. Ikki færri enn 21 av teimum 33 fólkavaldu, sum í hesum døgum hava sæti í Løgtinginum, eru vald uttan fyri høvuðsstaðin.
Upp aftur aðrir pástandir stríða eisini ímóti sær sjálvum.
T.d. hongur tað ikki saman, at floksdisciplinin er fokin, og at illoyalitetur florerar innanflokka, samstundis, sum sagt verður, at flokkarnir eru toppstýrdir.
Man kann eisini spyrja: er tað nakað nýtt, at politikarar gera alliansur, profilera seg sjálvar ella leggja seg eftir einstøkum málum?
Eg hugsi, at soleiðis man hava verið, líka síðani fyrstu politikararnir agiteraðu á torgum í Athen í forna Grikkalandi.
Nýggjheitsvirðið er so sum so.
Við øðrum orðum: tað er ikki skipanin, tað er galið við.
Her ræður fólkið
Fleiri av kritikarunum síggja einans tað negativa.
Hvat við at nevna positiv og týðandi úrslit, ið longu nú síggjast?
Veruleikin er, at skipanin við tí eina valdøminum sum heild hevur hepnast stak væl, og flestu veljarar munnu taka væl ímóti henni.
Hetta eru í grundini demokratiskar landvinningar, ið vit sum luttakarar í føroyska demokratiinum kunnu fegnast um.
Nógv restar í hjá politisku flokkunum
Hvat er so at gera við tað, sum kritikarar vísa á ikki virkar?
Hundurin liggur ivaleyst grivin hjá teimum einstøku flokkunum og floksleiðslunum. Tey hava ikki enn lagað seg til eina nýggja tíð við nýggjum spælireglum.
Kanska kann man siga, at flokkarnir ikki enn eru farnir at arbeiða sum flokkar.
Í so máta kunnu vit í Føroyum læra okkurt av ting- og floksarbeiðinum í øðrum londum. Í Fólkatinginum, har ið eg havi heiðurin av at umboða Føroyar, er floksarbeiðið í flestu flokkum ómetaliga væl skipað.
Væl arbeiðandi tingbólkar
Øll lógaruppskot ella uppskot til samtyktar verða endavend í tingbólkunum. Er flokkurin í stjórn, er ráðharrin við. Leggur ein ráðharri ikki uppskot fyri tingbólkin, áðrenn tey fara í tingið, kann hann ella hon vera vís í at koma í trupulleikar innanhýsis í flokkinum.
Ósemjur verða avgreiddar innanhýsis á tingbólkafundum, og orsøkin til, at hetta virkar, er, at floksleiðsla og ráðharrar lurta eftir kritikki, samskifta sum vaksin fólk og taka uppskot til møguligar broytingar til sín. Innanhýsis arbeiðið verður gjørt til lýtar.
Afturfyri kunnu flokkar fara út og tala við einari rødd. Atkvøðuneyt, sigur onkur. Floksdisciplin, halda onnur.
Í Løgtinginum er vanligt, at flestir tinglimir vilja taka lut í orðaskiftum um nógv mál. Hetta er ikki so vanligt í Fólkatinginum. Skipanin við framsøgufólkum avmarkar tørvin av viðmerkingum og trongdina til at kjakast um alt. Á tann hátt avmarkast eisini sjálvprofileringin og sjálvsentreringin í tingsalinum og úti í fjølmiðlunum, tí tað er avstemmað frammanundan, hvør ið úttalar seg um málini.
Alliansur tvørtur um floksmørk, sum ikki eru avtalaðar frammanundan, koma at kalla ikki fyri, tí politiska stýringin er munadygg.
Gott samanhald
Annað er, at flokkarnir eru væl skipaðir við egnum embætisfólkum, sum styrkja fakliga støðið í politiska arbeiðinum. Hetta haltar í Føroyum, har ið tingfólk fyri stóran part mugu klára alt sjálvi.
Enn hevur Løgtingið ikki havt rygg til at játta neyðugar upphæddir til sekretariat hjá flokkunum, ið kunnu hækka støðið.
Sera týðandi fyri tingarbeiðið og politiska virksemið sum heild, er, at samanhaldið millum politikarar og floksfelagar er gott. Kenslan av, at tingfólk eru góðir starvsfelagar og skulu samstarva, hevur týdning.
Tá er vandin fyri illoyalitetið og opportunismu eisini tálmaður.
Dýrari valstríð
Kritikkurin, sum koyrir uppá, at valstríð eru vorðin dýrari fyri hitt einstaka valevnið, nú alt landið er eitt valdømi, skal takast í álvara.
Tann, ið vil gera nógv burturúr, kann fáa stórar umkostningar, tí fjølmiðlar, prent- og reklamustovur o.o. taka seg væl betalt.
Hinvegin er eisini møguleiki fyri at reka valstríð bíligari á ókeypis sosialum miðlum og uppá tann góða gamlan mátan við at tala við veljarar.
Mest týðandi fyri valstríðið - eisini hjá einstaka valevninum - er, at talutíð fæst í valsendingum í almennu miðlunum. Hon er framvegis ókeypis.
Við hugflogi, kreativiteti og góðari hjálp ber til at koma ígjøgnum eitt valstríði, uttan at valevni neyðturviliga verða knokkroytt fíggjarliga.
Seta borgaran í miðdepilin
Orðaskiftið um valskipanina kontra vána politiska standin í landinum er, sum nevnt, áhugavert.
Týðandi er at hava í huga, at tað ber ikki til at hongja alt um hálsin á einari skipan og at flyta fokus frá teimum, sum virka í skipanini.
Flestu munnu taka undir við, at ongin skipan - serliga ikki ein valskipan - forðar fyri ivasamari politiskari atferð ella gerðum. Tann uppgávan liggur á øðrum stað: hjá flokkunum.
Av allar størsta týdningi er at halda sær fyri eyga, at borgarin sum veljari í einum demokratiskum samfelag skal setast í miðdepilin.
Kvinnur og menn við rætti til at velja, hvørji skulu stjórna landinum, skulu standa frí til at velja millum allar flokkar og øll valevni allastaðni í landinum.
Ta skipanina hava vit fingið.
Valskipanin er til fyri fólkið - ikki fyri politikarar!
Alt hitt er í stóran mun uttanumtos.
Edmund Joensen
fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin
Folketinget
Christiansborg
1240 København K
Tel: +45 3337 5500
Facebook: Sambandsflokkurin á Fólkatingi
tpost: saft@ft.dk