09. november 2013

Edmund Joensen 25 ár sum parlamentarikari

25 ár eru liðin, síðani fólkatingsmaðurin hjá Sambandsflokkinum fyrstu ferð varð valdur á ting

- Í politikki gert tú onki sjálvur. Tað eigur ein og hvør politikari at vera pínliga klárur yvir. Undirtøka og meiriluti skal fáast fyri øllum. Tí fari eg ikki at taka mær heiðurin av nøkrum einsamallur, sigur Edmund Joensen, fólkatingsmaður, í samrøðu við Portal.fo í gjár.

 

Viðmerkingin kemur í sambandi við, at fólkatingsmaður Sambandsfloksins júst í gjár hevði jubileum í sambandi við, at tað eru liðin 25 ár, síðani hann fyrstu ferð varð valdur á Ting.

 

Hetta var tann 8. november 1988.