13. oktober 2013

Bankapakki 6 opin fyri Føroyum

- Tað er ein fyrimunur fyri føroyskar uppspararar og fyritøkur, at øll londini í Ríkisfelagsskapinum hava møguleika at vera við í Bankapakka 6, ið m.a. skal tryggja, at stórir og samfelagsliga týðandi bankar ikki koma í trupulleikar ella fara á húsagang, sigur Edmund Joensen, fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin

- Stabilitetur í fíggjargeiranum hevur avgerandi týdning fyri ein lítlan búskap sum tann føroyska - og ikki minst fyri uppspararar og fyritøkur. Tí mæli eg staðiliga til, at Føroyar gerast partur av Bankapakka 6.

 
Hetta sigur Edmund Joensen, fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin, nú politisk avtala er gjørd um ein nýggjan bankapakka.
 
Mest týðandi tátturin í Bankapakka 6 er regulering av teimum sonevndu systemiskt týðandi peningastovnunum. Hetta eru peningastovnar, ið eru so mikið stórir, at tað fær víðfevndar avleiðingar fyri borgarar, fyritøkur og samfelagsbúskapin sum heild, um teir fara á húsagang.
 
Slíkir bankar skulu frameftir m.a. lúka kapitalkrøv, ið eru strangari enn tey, ið sett verða øðrum ikki-systemiskum peningastovnum. Hetta ber í sær, at systemiskt týðandi bankar verða betri bjálvaðir til at standa seg í komandi kreppum.
 
Lagt er upp til samráðingar við donsku stjórnina fyri at vita, um og hvussu Føroyar og Grønland vilja gerast partur av Bankapakka 6, ið varð avtalaður politiskt á Christiansborg í gjár.
 
- Samráðingarnar við stjórnina eiga at enda við, at føroyskir peningastovnar verða partur av nýggja bankapakkanum, og at bankar, ið hava serliga stóran týdning fyri okkara samfelag, gerast systemiskir eftir lóggávuni, ið Fólkatingið skjótt fer undir at smíða, sigur Edmund Joensen, fólkatingsmaður Sambandsfloksins.
 
Hann vísir á, at ongin ivi er um, at Føroyar høvdu verið farnar á húsagang, um Føroyar ikki vóru við í undanfarnum bankapakkum, ið m.a. tryggjaðu, at føroyingar lítið og onki merktu til, at landsins størsti banki, Eik Banki, fór á húsagang.
 
Í breiðu politisku avtaluni frá í gjár um Bankapakka 6 stendur:
 
"Regeringen vil gennemføre drøftelser med Færøernes Landsstyre og Grønlands Selvstyre om identifikation af og krav til SIFIer på Færøerne og i Grønland med henblik på, at en aftale herom kan indarbejdes i den kommende lovgivning".