09. desember 2012

Myndarøð frá "Exit Føroyar": fígging av altjóða universiteti í Tórshavn

Sambandsflokkurin á Christiansborg: Hygg at nýggjum myndum frá tiltakinum "Exit Føroyar", har ið Edmund Joensen, fólkatingsmaður, greiddi frá, hvussu eitt altjóða universitet í Tórshavn kann fíggjast, rekast og vera við til at venda fráflyting til fólkavøkstur

- Eg eri rímiliga sannførdur um, at eitt altjóða universitet í Tórshavn hevði loyst ein part av avbjóðingini við fráflyting úr Føroyum. Treytin er tó, at vit vilja samstarva í ríkinum um eina felags loysn.

 

Hetta segði fólkatingsmaður Sambandsfloksins, Edmund Joensen, á tiltakinum "Exit Føroyar" hósdagin.

 

Fitt av fólki var samankomið at viðgera álvarsligu avbjóðingina við, at støðugt færri íbúgvar verða í Føroyum.

 

Her er røðan hjá Edmundi Joensen, og niðanfyri er ein myndarøð frá tiltakinum "Exit Føroyar.

 

Størri myndir, ið kunnu granskast nærri, eru á Facebook: www.facebook.com/christiansborg

 

Foto: Alan Brockie

 

Fólk lýða á røðuna hjá Edmundi Joensen, fólkatingsmanni, ið kom við einum ítøkiligum boði uppá, hvussu eitt altjóða universitet í Tórshavn kann fíggjast 

 

Fyriskipararnir av tiltakinum "Exit Føroyar" og útgevarar av bókini við sama navni: Høgni Reistrup og Heri á Rógvi. Teirri átak hevur til endamáls at varpa ljós á fráflytingina og hvussu vit í Føroyum kunnu loysa trupulleikan

 

Elin Lindenskov, býráðslimur í Tórshavn, Annika Sølvará, stjóri í Granskingarráðnum, Oluffa Joensen, skrivari hjá tingbólki Javnaðarfloksins, og Katrin Gaard, fulltrúi í Almannamálaráðnum 

 

Kaffiprát millum Bjørghild Djurhuus, býráðslim í Tórshavn, Katrin Petersen, sjónvarpskvinnu, og Ben Arabo, stjóra á Atlantic Petroleum 

 

Atkvøðuslúkurin og borgarstjórin í Tórshavn, Heðin Mortensen, skiftir orð við nýggja býráðslimin og partakvinnuna, Helenu Dam á Neystabø 

 

Toppolitikarar heilsast. Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum, og Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður fyri Javnaðarflokkin 

 

Stóra fundarhøllin á Hotel Føroyum var full av fólki til tiltakið "Exit Føroyar"  

 

Tríggir væl kendir hittast til ein kaffimunn í steðginum. Rúni V. Poulsen, stjóri á Smyril Line, Kaj Leo Johannesen, løgmaður, og Edmund Joensen, fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin 

 

Undirskotið av kvinnum í Føroyum var eitt evni hjá forkvinnuni í Javnstøðunevndini, Katrini Kallsberg

 

Bakkafrost er ein føroysk vakstrarfyritøka, ið ger nógv at brúka væl útbúgvið fólk í sínum virksemi. Slíkar fyritøkur tiltrekkja fólk og eru við til at virka ímóti fráflytingini. Á myndini greiðir Regin Jacobsen, stjóri, frá fyritøkuni

 

Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum, kemur við sínum boðum uppá, hvussu fráflyting gerst tilflyting