Vitjanin hjá uttanríkisráðharranum og skilamanninum, Villy Søvndal, hepnaðist væl.
Tað mundu tey flestu hava gitt sær til frammanundan.
Kortini var áhugavert at eygleiða "showið" upp undir vitjanina.
Longu áðrenn uttanlandsnevndin hjá Løgtinginum hevði havt høvi at hitta uttanríkisráðharran, kom formaðurin í Tjóðveldi við sjógv á baki og segði, at nú skuldi krevjast og trýst leggjast á uttanríkisráðharran.
Á leið somu tónar hoyrdust av skrivstovuni hjá løgmanni í Tinganesi.
Har verður framvegis filosoferað og droymt um Føroyar sum "sjálvstøðugt land" í onkrum slagi av leysum samstarvi við Danmark og Grønland. Seinast, at tað frættist um dreymarnar, var í sendingini "Sjónarhornið" nú um dagarnar.
Svartur retorikkur
Hjá Tjóðveldinum er væl kent, at tað slett ikki ber til at tosa um samstarv og hóvligan politikk.
Endiliga ikki kanna, hvat ið vit í Ríkisfelagsskapinum kunnu gera í felag.
Nei.
Svarta afturhaldið frá 1940-árunum er framvegis stavnhaldið. Hetta er orðadrátturin og gamli taktikkurin, ið stuðlar upp undir konfrontatión og ósemju í Ríkisfelagsskapinum. Man kemur ikki víðari.
Hvat var tað so, ið fyrrverandi fullveldisministarin vildi kroysta úr Villy Søvndal?
Jú, nú ráddi um at trýsta ein EFTA-limaskap, ein WTO-limaskap og ein limaskap í Norðurlandaráðnum burtur úr ráðharranum.
Á leið sama dagsskrá hevur verið fyri á skrivstovuni í Tinganesi.
Sambandsfólk spyrja: hvar er trupulleikin?
EFTA bíðar eftir Íslandi
Sum limur í uttanlandsnevndini veit Høgni Hoydal fullvæl, at Danmark liggur ikki í buktini, tá tað snýr seg um EFTA-limaskap. Status í málinum er, at EFTA vil ikki hava fleiri limir í felagsskapin.
EFTA-landið Schweiz hevur læst hurðina og vil bíða, til greiða er fingin á, um EFTA-landið Ísland fer upp í Europasamveldið ella ikki.
Øll við áhuga fyri málinum vita, at danskir uttanríkisráðharrar loyalt hava hjálpt til og gjørt tað, ið gerast kann, fyri at stuðla Føroyum.
Fakta er tó líka mikið fyri Høgna Hoydal og hina Misskiltu Nationalismuna. Uttanríkisráðharrin skuldi trýstast, so konfrontatión kann haldast við líka.
WTO ber væl til
So er tað heimshandilsfelagsskapurin WTO.
Løgtingslimir og enntá embætisfólk á Tinganesi - tey, ið hava bundið seg til at vera óheft - hava upp í saman kravt, at nú skal Danmark lata landsstýrið fáa egnan limaskap í WTO. Eisini formaður Sambandsfloksins hevur sungið í hesum sama kóri.
Er neyðugt at leika so í?
Als ikki.
Tey, sum hava fylgt við málinum, vita, at í longri tíð hevur verið arbeitt við at útvega Føroyum WTO-limaskap.
Villy Søvndal sigur, sum rætt er. Tað er ikki í Keypmannahavn, at avbjóðingin liggur. Har standa allar dyr víðopnar til samstarv.
Veruleikin er sjálvandi ikki, sum Høgni Hoydal vil billa fólki inn - og formaðurin í Sambandsflokkinum átti at hildið seg ov góðan til at luttaka í "showinum" hjá Hoydal.
Søgan sigur okkum jú, at í Ríkisfelagsskapinum ber væl til at tala saman í friði og náðum og síðani at finna tær góðu loysnirnar.
Soleiðis verður eisini í WTO-spurninginum.
Hvussu hevur lítla landið Danmark so skipað seg í WTO-samanheingi?
Jú, har hevur man gjørt tað einasta skilagóða og sligið seg saman við ES fyri at fáa størri vekt í felagsskapinum.
Fari at mæla til, at Føroyar - við ella uttan egnan WTO-limaskap - trekkir upp á Danmark, so størri slagkraft fæst. Saman standa vit sterkari.
Norðurlendski kaffiklubbin
Dagsins krav er eisini fullur limaskapur í Norðurlandaráðnum.
Alt fyri eitt!
Tað tykist at standa um lív. Stórpolitikkur, skilst.
Veruligi "trupulleikin" er, at formaður Tjóðveldis, formaðurin í Framsókn - og nú eisini formaðurin í Sambandsflokkinum - hava fortreð av, at løgmaður úr Føroyum ikki er við til fína frokostin hjá forsætisráðharrunum, tá ið norðurlandaráðsfundir eru.
Man er til reiðar at bróta við Ríkisfelagsskapin og allar fyrimunirnar av berari forfongiligheit.
Aftur her er Villy Søvndal syndabukkur.
Veruleikin er tó, at um man vil hava egnan limaskap í Norðurlandaráðnum, so nyttar ikki at skylda upp á Danmark. Man má sannføra limirnar í Norðurlandaráðnum um sín limaskap. Tað er har, at arbeiðið skal gerast.
Ein spurningur um lív ella deyð er hetta tó ikki.
Øll vita, at Norðurlandaráðið í mong ár hevur havt lyndi til at vera ein kaffiklubbi við lítlum realpolitiskum innihaldi.
Tó - tað ræður um at trampa og leika í.
Fyri ein góðan ordan skyld skal sigast, at undirritaði tekur undir við føroyskum limaskapi í Norðurlandaráðnum.
Spyr endiliga ikki kritiskt
Kritiskir spurningar koma sjáldan í mikrofonirnar í almennu og privatu vørpunum:
- Hví skal Danmark trýstast eftir EFTA-limaskapi, tá ið tað er EFTA, sum sigur nei?
- Hví skelda út í Keypmannahavn um WTO-limaskap, tá ið trupulleikin liggur á øðrum stað?
- Hví fara yvir um ánna eftir vatni í WTO-spurninginum, tá ið man fær størri slagkraft við at samstarva?
- Er egin limaskapur í Norðurlandaráðnum avgerandi fyri framtíðina í Føroyum?
- Fáa vanligir føroyingar eitt ríkari lív og eina betri tilveru í Føroyum orsakað av EFTA, WTO og Norðurlandaráðnum?
- Hví skal opna hurðin brótast upp?
- Hví ikki bara fara til verka, samstarva og fáa góð úrslit?
- Hví alt hetta "showið"?
Slíkir spurningar mugu ikki setast.
Nógv ber til
Tað stutta av tí langa er, at við teimum amboðum, ið Føroyar longu hava, ber sera nógv til.
Í amboðskassanum liggur t.d. uttanríkispolitiska heimildarlógin. Við henni í hondini ber væl til at hava egnan profil og egnan aktivitet í altjóða samanheingi. Tað snýr seg bara um at samstarva. Tá ber til.
Púrt ongin orsøk er til at droyma seg burtur úr Ríkisfelagsskapinum. Hann er nýskipaður so seint sum í 2005 og tekur hædd fyri tí allarmesta.
At Høgni Hoydal og sveinar hansara ikki ynskja at brúka góðu møguleikarnar, ið longu finnast, er onki nýtt.
Men - at ein formaður í Sambandsflokkinum spælir við og er partur av "showinum" - tað hoyrir ongastaðni heima.
Dyrnar í Ríkisfelagsskapinum standa, sum altíð, víðopnar til samstarv.
Edmund Joensen
fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin