21. juli 2012

Fullveldisskjøl mugu fram í ljósið

Sambandsflokkurin á Christiansborg: Nú skal danski forsætisráðharrin svara uppá, um nýggja stjórnin er sinnað at lata upp danska arkivið við skjølum frá fullveldissamráðingunum, so 12 ára myrkalegging av samráðingunum kann enda

Hvat fór fram inni við samráðingarborðið, og hvørjar tankar gjørdu partarnir sær, tá ið táverandi fullveldislandsstýrið og táverandi javnaðarstjórnin samráddust um fullveldisætlanina í árinum 2000?

 
Henda spurning hava nógv sett sær, men landsstýrið og stjórnin hava higartil verið samd um at myrkaleggja samráðingarnar. Hóast einstaklingar og fjølmiðlar hava biðið um innlit í fundarfrágreiðingar og onnur skjøl, skjóta myndugleikarnir seg inn undir, at lógin um innlit í fyrisitingina ikki gevur miðlum og fólki rætt til innlit.
 
Løgtingsins umboðsmaður hevur givið landsstýrinum viðhald í, at skjølini kunnu afturhaldast.
 
- Løgfrøðiliga er neyvan nakað at koma eftir, men hetta er í grundini ikki ein spurningur um løgfrøði. Um landsstýrið ella stjórnin vilja tað, so kunnu skjølini leysgevast. Tað skylda myndugeikarnir Føroya fólki, sigur Edmund Joensen, fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin.
 
Hann hevur í dag sett Helle Thorning-Schmidt, forsætisráðharra, soljóðandi spurning:
 
Er forsætisráðharrin sinnaður at lata almenninginum innlit í fullveldissamráðingarnar í árinum 2000 millum táverandi landsstýri og stjórn, og herundir at frígeva fundarfrásagnir, notat o.o. skjøl viðvíkjandi samráðingunum, og á tann hátt at enda 12 ára myrkalegging av samráðingunum?
 
- Nýggi forsætisráðharrin skal fáa møguleika at taka støðu til málið, og eg haldi, at hon eigur at vísa, at sosialdemokratiska stjórnin gongur inn fyri opinleika, sigur Edmund Joensen.
 
Hann heldur tað hava stóran týdning, at bæði danska og føroyska skjalagoymslan við fullveldisskjølum verða latnar upp, eftir 12 ára myrkalegging.
 
- Táverandi landsstýrið ætlaði at trýsta eina loysing ígjøgnum, ið hevði havt víðfevndar avleiðingar búskaparliga og sosialt. Vit øll í Føroyum mugu vita sum mest um tað, ið fór fram í samráðingunum - eisini so vit kunnu læra av hesum stóra politiska mistaki, sigur Edmund Joensen, fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin.