30. juni 2012

Pensjónsbann uttanlands kostar løntakarum upp í 84.000 krónur

Frá í morgin, tann 1. juli 2012, er í praksis bannað føroyingum at spara upp til pensjón uttanlands, og tað ber í sær, at ein miðal løntakari missir upp í 84.000 krónur, tí tað er dýrari at umsita pensjónir í Føroyum

Forboð og tvang eru farin at merkja pensjónspolitikkin hjá landsstýrissamgonguni.

 
Fyrsti partur av hesum politikki varð leiktur 1. januar.
 
Tá skuldu pensjónir brádliga skattast við inngjald, so fígging var til ein flatskatt við sosialari slagsíðu.
 
Myndin er, at pensjónsuppspararar so at siga verða "fóðraðir við sínum egna hala". Teir fáa ein skattalætta, sum teir sjálvir skulu gjalda burtur av pensjónini.
 
Farið verður eftir privatu pensjónsuppsparingini hjá borgarunum. Tað er bæði órímiligt og ódámligt.
 
Tummilskrúvur í brúk
Í morgin verður annað stigið tikið.
 
Tann 1. juli verður í praksis bannað øllum føroyingum at hava pensjónsuppsparing í pensjónskassum uttan fyri Føroyar.
 
Hetta er ikki røtt leið at ganga í einum fríum samfelag:

  • Fólk skulu tvingast
  • Teppið verður tikið undan góðum uppsparingum í kappingarførum útlendskum pensjónsfeløgum
  • Fortreytirnar hjá fólki verða vendar á høvdið, t.d. ætlanir um, nær pensjónstilveran kann byrja
  • Pensjónin minkar, tí føroysku tryggingarfeløgini (tey eru ikki pensjónskassar) taka alt ov dýr umsitingargjøld
  • Spart verður upp í óstabilum politiskum umhvørvi, har ið politikarar kunnu finna uppá hvat sum helst "overnight"

Missa upp í 84.000 krónur
Frá í morgin byrjar sostatt tapið hjá teimum mongu, sum hava sína pensjónsuppsparing uttan fyri Føroyar.
 
Lat okkum taka sum dømi ein miðal sjúkrarøktarfrøðing, sum starvast í 40 ár í føroyska sjúkrahúsverkinum, og hevur eitt árligt inngjald til pensjón á umleið 45.000 kr. áðrenn pensjónsskatt.
 
Áðrenn ABDH-samgongan broytti pensjónsskattingina rindaði sjúkrarøktarfrøðingurin umleið 900 kr. árliga til pensjónskassan fyri umsiting.
 
Frá í morgin, 1. juli, kann sjúkrarøktarfrøðingurin ikki longur velja sjálvur. Nú skal sparast upp í føroyskum felag til ein hægri umsitingarkostnað, sum er umleið 1.600 – 3.000 kr. árliga.
 
Hetta er ein meirútreiðsla, sum í 40 ár kostar sjúkrarøktarfrøðinginum millum 28.000 – 84.000 í mistari uppsparing.
 
Hetta svarar í grundini til ein eyka skatt.
 
Her átti politiska skipanin at verið so mikið at sær komin, at pensjónsuppspararar onkursvegna verða fríhildnir fyri hetta tap.
 
Tað rímiliga hevði verið at veitt hesum fólkum, ið brádliga verða tingað at broyta síni pensjónsviðurskifti, eitt endurgjald, sum svarar til tapið.
 
Pengar hava serligar eginleikar
Ódámligi pensjónspolitikkurin ber sjálvandi í sær eina grundleggjandi mótstøðu ímóti at spara upp til egna pensjón.
 
Hetta, hóast Landsstýrið frameftir eisini tvingar fólk at seta ávísan part av inntøkuni í lutapensjón ella lívrentu.
 
Trýst elvir til móttrýst.
 
Fá munnu vilja, at pensjónin verður skattað, áðrenn hon er "farin til arbeiðis". Og ongin hevur hug at gjalda dýr umsitingargjøld í Føroyum, tá man veit, at umsitingargjøldini eru munandi bíligari í stórum pensjónskassum uttanlands.
 
Væl útbúnir og spesialiseraðir føroyingar og útlendingar, sum Føroyar hava harðliga brúk fyri, umhugsa nú sjálvsagt at rýma undan pensjónsskipanini í Føroyum.
 
Longu nú síggja við eisini, at fólk í starvi hjá statinum - flestu teirra eru føroyingar - skulu trýstast ígjøgnum nýggju pensjónsmaskinuna, ið er sett upp.
 
Tað er sjálvsagt, at føroyingar og útlendingar við góðum pensjónsuppsparingum uttanlands, hugsa seg tvær ferðir um, áðrenn teir flyta til Føroya at búgva og arbeiða.
 
Pengar hava serligar eginleikar og flyta seg hagar, ið best og tryggast er at vera.
 
Soleiðis er pensjónspolitikkurin við til at isolera Føroyar. Hygg bara at fráflytingini. Færri flyta til Føroya, og fleiri rýma. Pensjónspolitikkurin er helst við til at økja um fráflytingina.
 
Framtíðar vælferð verður "futtað av"
Hetta fer alt at raka Føroyar sum ein boomerang, tí skattingin av pensjónum við inngjald ger seg inn á framtíðar vælferðarsamfelagið.
 
Skattakrónurnar, ið nú verða "futtaðar av", fara í framtíðini at resta í. Framtíðar pensjónistar, ið verða fleiri og fleiri, kunnu ikki koma við nøkrum íkasti til vælferðina, tí pensjónsskatturin í dag verður gjaraður út til flatskatt og politiskan løtuvinning.
 
Úrslitið verður uttan iva, at tey, sum í dag betala fyri flatskattin, eisini skulu rinda brúkaragjøld fyri at fáa vælferðartænastur, sum í dag eru ókeypis.
 
Tá verður myndin, at fólk fyri aðru ferð skulu "fóðrast við sínum egna hala".
 
Hetta er ikki sambandspolitikkur.
 
Fleiri forðingar á veg
Man klípur seg sjálvan í armin og spyr, hvat tað næsta verður.
 
Ikki eigur tað at kløkka nakran, um samgongan fer at leggja forðingar í vegin fyri, at føroyskir pensjónspengar kunnu setast í virðisbrøv uttanlands at vaksa.
 
Hetta fer at stríða ímóti skilagóðum íløgupolitikki, ið hevur váðaspjaðing sum prinsipp. Øll eggini verða løgd í fáar kurvar.
 
Avleiðingin kann verða, at pensjónsuppspararar gevast við at seta pensjónspengar í virðisbrøv, ið annars er sjálvsagt alla aðra staðni í heiminum.
 
Vónsvikin sambandsfólk
Sambandsfólk eru góð við flokk sín, men mong eru vónsvikin av, at flokkurin er við í hesum ódámliga pensjónspolitikki.
 
Javnan frættist frá sambandsfólkum, ið verða rakt av órímiligu átøkunum. Tey hava, sum vera man, ilt við at skila, at flokkurin medvirkar til slíkt.
 
Øll vita, at tað er ikki sosialliberalur sambandspolitikkur at gera seg inn á fíggjarligu viðurskiftini hjá fólki. Borgarin má hava frælsi at taka avgerð um egin pensjónsviðurskifti.
 
Skulu skattalættar gevast, skulu teir fíggjast reelt - eitt nú við bygnaðarbroytingum og rationaliseringum. Flatur skattur eigur ikki at fíggjast við smørtum fidusum, sum í seinasta enda fara at kosta skattaborgarum vælferð.
 
Hetta er sunn fornuft, ið Sambandsflokkurin átti at staðið fyri.
 
Tað var ikki gamalt, at Sambandsflokkurin er við til at byggja upp múrar og seta forðingar, so land okkara verður isolerað frá umheiminum - í hesum føri fíggjarliga.
 
Man eigur ikki at lata ein ultraliberalistiskan flokk seta dagsskránna.
 
Vit mugu gera Føroyar til eitt attraktivt land, har ið fólk hava tað gott og vilja búgva.
 
Í grundini skulu vit syrgja fyri, at fólk velja Føroyar fram um onnur lond, sum nú draga føroyingar til sín í stórum tali.
 
Pensjónspolitikkurin er dømi um, at tað øvugta verður gjørt
 
Nú er upp á hægstu tíð, at hetta Landsstýrið fer at reka politikk, ið gagnar landi og fólki.
 
Edmund Joensen
fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin