Her eru andlitini á teimum, sum reka hvalaherferð ímóti Føroyum:
Jennifer Lonsdale, stjóri í EIA, er drivin umhvørvistur við royndum sum kampanjuleiðari.
Birgith Sloth, lívfrøðingur, er sjálvstøðug vinnurekandi og ráðgevi hjá einari røð av umhvørvisfelagsskapum. Saman við Sandru Altherr hevur hon skrivað frágreiðingina "Breaking Ranks", ið er grundarlagið undir nýggju herferðini móti londunum í Ríkisfelagsskapinum.
Sandra Altherr, lívfrøðingur, er í starvi hjá týska umhvørvisfelagsskapinum Pro Wildlife. Hon er høvundi aftan fyri frágreiðingina "Breaking Ranks".
--
- Tað hevur stóran týdning at vita, hvørjum vit eru uppi ímóti, og hvør rekur hvalaherferðina ímóti Føroyum, ið nú fer um alt Europa.
Hetta sigur Edmund Joensen, fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin, sum nú kann almannakunngera, hvørjir heilarnir aftan fyri "Breaking Ranks"-herferðina eru.
Talan er um herferðina hjá fýra umhvørvisfelagsskapum upp undir fundin í Altjóða Hvalaveiðunevndini, IWC, í Panama City 2. - 6. juli 2012. Herferðin er vend ímóti øllum trimum londunum í kongaríkinum, tí hvalaveiða fer fram innan karmarnar av Ríkisfelagsskapinum.
Kanningin hjá Sambandsflokkinum á Christiansborg vísir, at tríggjar kvinnur stýra hvalaherferðini. Tær eru væl útbúnar við drúgvum royndum innan umhvørvisaktivismu.
- Hetta sigur so mikið, at Føroyar mugu brynja seg við góðum og royndum fólkum til at taka dystin upp ímóti teimum trimum kvinnunum og teirra umhvørvisfelagsskapum.
- Enn hevur Landsstýrið ikki latið við seg komið, og tað undrar stórliga, at føroysk áhugamál verða forsømd, sigur Edmund Joensen, fólkatingsmaður.
Royndur umhvørvistur
Tann best kenda av teimum trimum er bretin Jennifer Lonsdale.
Jennifer er tann av kvinnunum, ið ikki hevur akademiska útbúgving, men hinvegin hevur hon drúgvastu leiðsluroyndirnar innan arbeiði í umhvørvisfelagsskapum, og hon er eisini ein góður kampanjuleiðari.
Umhvørvisligu barnaskógvar hennara eru slitnir í Greenpeace, og hennara størsta bragd sigst vera, at hon í síni tíð sníkti seg inn á eina hvalastøð í Vadsø í Noreg saman við tíðindafólkum og almannakunngjørdi myndir av virkseminum har.
Hon er stjóri í umhvørvisfelagsskapinum Environmental Investigation Agency (EIA) og var við til at stovna felagsskapin fyri 28 árum síðani. EIA var stovnaður sum felagsskapur sum beinleiðis avleiðing av, at Jennifer Lonsdale o.o. høvdu verið í Føroyum og upplivað grindadráp.
Í dag arbeiðir hon, eitt nú umvegis IWC, við at forða fyri, at skip sigla á hval á heimshøvunum.
Danskur ævintýrari
Danin, Birgit Sloth, er eisini partur av liðinum aftan fyri herferðina. Hon er Cand.scient innan lívfrøði.
Hon hevur, saman við Sandru Altherr (sí niðanfyri), skrivað frágreiðingina "Breaking Ranks", ið er sjálvt grundarlagið undir hvalaherferðini, ið er ætlað at ávirka almenning og myndugleikar kring heimin.
Hon hevur egna fyritøku og arbeiðir sum konsulentur, fyrilestrarhaldari og skribentur.
Hennara spesiali er verja av djórum, plantum og hóttari náttúru kring um í heiminum, og hon hevur arbeitt nógv við at fáa CITES-reglurnar implementeraðar ymsastaðni í heiminum. CITES-konventiónin bannar øllum handli við kjøti frá hóttum djórasløgum, herundir tvøst og spik av stórhvali.
Hjartamálini hjá Birgit Sloth eru, sambært henni sjálvari, verja av bjarnum, teimum stóru kettunum, fílum, næsahornum, hvalum og hávum.
Birgit Sloth er limur í Kvindelige Eventyreres Klub.
Týskur doktari
Sandra Altherr er týskari og doktari í lívfrøði.
Hon er í starvi hjá týska umhvørvisfelagsskapinum Pro Wildlife, og hevur í fleiri ár verið partur av arbeiðinum, sum umhvørvisfelagsskapirnir leggja í IWC.
Saman við Birgith Sloth, skrivaði hon Føroya-kritisku frágreiðingina "Breaking Ranks", ið varð almannakunngjørd herfyri.
Í 2002 skrivaði Sandra Altherr frágreiðingina "Running out of fish ... who is responsible for the plundering of the oceans?" (Fiskurin hvørvur ... hvør hevur ábyrgdina av ránsveiðuni í heimsins høvum?).
Landsstýrið má til arbeiðis
Edmund Joensen, fólkatingsmaður, staðfestir, at dugnalig fólk reka herferðina ímóti Føroyum og hinum londunum í Ríkisfelagsskapinum.
- Mótstøðufólkini eru sterk, tey eru væl fyri og fáa góða hjálp. Tey royna av øllum alvi at seta Føroyar í eitt vánaligt ljós. Tí er neyðugt at geva teimum kvalifiserað mótspæl, og eg heiti á Landsstýrið um at fara til verka nú, sigur Edmund Joensen, fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin.
Les eisini:
Greinir:
Tak niður:
Slóðir:
Meira: