17. juni 2012

Villeiðandi herferð: grønlendingar veiða hval til fullar frystiboksir

Sambandsflokkurin á Christiansborg: Ódámliga hvalaherferðin hjá fýra altjóða umhvørvisfelagsskapum sæst nú aftur í týskum fjølmiðlum: Der Spiegel er endaður í føvninginum á manipulerandi politikarum og umhvørvistum

- Vit kunnu halda um hvalaveiðu, hvat vit vilja, men óansæð er óhugnaligt at síggja, hvussu ósannindi ferðast tvørtur um landamørk í Europa.

 
Tað sigur Edmund Joensen, fólkatingsmaður Sambandsfloksins, nú nýggja hvalaveiðuherferðin ímóti samlaða danska ríkinum sæst aftur í europeiskum miðlum.
 
Veiða til frystiboksina
Nýggjasta dømið er at finna í týska blaðnum og netmiðlinum Der Spiegel.
 
Fyrr í vikuni bar Der Spiegel sjónarmiðið um, at grønlendingar vilja bert hava størri stórhvalakvotur, so tvøst og spik kunnu leggjast í frystiboksir, ið frammanundan eru fullar.
 
Herferðin er grundað á villeiðandi frágreiðingina, "Breaking Ranks", ið fýra umhvørvisfelagsskapir hava latið gjørt. Í frágreiðingini fáa Føroyar, Grønland og Danmark av at vita, tí hvalaveiða fer fram í Ríkisfelagsskapinum. Frágreiðingin varð almannakunngjørd í Europaparlamentinum í farnu viku - upp undir fundin í Altjóða Hvalaveiðunevndini (IWC) í juli.
 
Harðar skuldsetingar
Tað hevur eydnast fólkunum aftan fyri herferðina at selja ein ósannan boðskap, ið stavar frá villeiðandi frágreiðingini.
 
Harðastu skuldsetingarnar í Der Spiegel koma frá danska europaparlamentsliminum Margrethe Auken úr Socialistisk Folkeparti. Hon pástendur, at øktar hvalakvotur til Grønlands geva onga meining, sjálvt ikki í Grønlandi. Hon rør fram undir, at øktar kvotur gerast til tvøst og spik, sum enda í fullum frystiboksum í Grønlandi, tí grønlendski eftirspurningurin er ikki øktur.
 
- Margrethe Auken talar ímóti betri vitan, og tað er margháttligt at síggja, hvussu hon drýtur í egið reiður, sigur Edmund Joensen, fólkatingsmaður.
 
Danmark í skotlinjuni
Der Spiegel endurgevur ein ónevndan embætismann í týska vinnumálaráðnum fyri at siga, at tað er óskiljandi, at Danmark t.d. vil hava kvotuna av finnhvalum økta, tí verandi kvota als ikki er uppbrúkt. Pástandurin sleppur at hanga í leysari luft uttan aftursvar.
 
Í somu grein pástendur Jo Leinen, europaparlamentslimur úr SPD í Týsklandi, at um grønlendska kvotan økist, fer vinnulig hvalaveiða at taka seg upp aftur. Hetta, hóast fullkomið bann er sett fyri slíkari veiðu kring allan heim.
 
Umhvørvisturin, Sandra Altherr, havlívfrøðingur og annar av tveimum rithøvundum aftan fyri "Breaking Ranks"-frágreiðingina, sigur, at Danmark undirgrevur politikkin hjá ES, ið hevur friðing av hvali sum høvuðsmál.
 
Landsstýrið má koma við mótspæli
- Tíbetur fáa umhvørvistarnir mótspæl frá IWC-sendimanni Danmarkar. Men tað, sum veruliga hevði munað, er, at føroyingar og grønlendingar taka til orðanna. Landsstýrini í Føroyum og Grønlandi eiga saman við donsku stjórnini beinanvegin at syrgja fyri, at sjónarmið frá manipulerandi ES-politikarum og umhvørvisfelagsskapum fáa eitt kvalifiserað mótspæl, sigur Edmund Joensen, fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin.
 
Nýggja hvalaveiðurherferðin verður stýrd av umhvørvisfelagsskapunum Pro Wildlife, Environmental Investigation Agency (EIA), Whale and Dolphin Conservation Society (WDCS), og Humane Society International (HSI).

 

Les eisini:
Frágreiðingin "Breaking Ranks"
 
Greinir:
"Hvalafriðing í Suðuratlantshavi lítlan týdning fyri Føroyar"
"Fýra umhvørvisfelagsskapir gera felags álop á Føroyar"
"Konflikt áðrenn hvalaveiðufund má ruddast av vegnum"
 
Tak niður:
Plakat/innbjóðing til kjakfundin í Europaparlamentinum um Føroyar, Danmark og Grønland
 
Slóðir:
CITES-konventiónin
Pro Wildlife-heimasíða
Environmental Investigation Agency (EIA) um "Breaking Ranks"
Whale and Dolphin Conservation Society (WDCS) um "Breaking Ranks"
Humane Society International (HSI) um "Breaking Ranks"
Altjóða Hvalaveiðunevndin (IWC) um árliga fundin í juli 2012
Skjøl til fundin hjá IWC í juli 2012 
Europaparlamentið
 
Meira: 
Edmund Joensen á Facebook