12. juni 2012

Hvalafriðing í Suðuratlantshavi lítlan týdning fyri Føroyar

Sambandsflokkurin á Christiansborg: Í Føroyum frábiðja vit okkum uppíblanding í okkara viðurskifti, og tí eiga Føroyar at ansa eftir ikki at leggja seg út í, um onnur ætla at friða hval í Suðuratlantshavi. Friðingin í Suðuratlantshavi hevur lítlan og ongan týdning fyri Føroyar, tí slík friðing av hvali kemur ikki upp á tal her um okkara leiðir uttan samtykki frá strandalondum, og slíkt samtykki verður neyvan nakrantíð givið

- Hetta málið hevur lítlan og ongan relevans fyri Føroyar.

 
Tað sigur Edmund Joensen, fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin, í sambandi við, at ætlanin um at friða hval í Suðuratlantshavi helst kemur til umrøðu og viðgerðar á fundi í IWC (Altjóða Hvalaveiðunevndini) fyrst í juli.
 
Fleiri lond hava í hyggju at stuðla einum uppskoti um at stovna eitt øki í Suðuratlantshavi, har ið bann verður sett fyri hvalaveiðu. Hetta hevur m.a. fingið løgmann at rópa varskó og at tala fyri, at Danmark setur seg upp ímóti hesi ætlan, um hon komur upp í IWC-samanheingi.
 
- Eg havi skilt málið soleiðis, at Danmark treytar sær, at øll lond kring friðaða økið skulu geva sítt samtykki til friðingina. Harumframt er ein treyt, at friðingin í Suðuratlantshavinum ikki kann brúkast sum fordømi fyri friðing í Norðuratlantshavi, sigur Edmund Joensen.
 
Hann vísir á, at vit í Føroyum frábiðja okkum uppíblanding í okkara viðurskifti, og tí eiga Føroyar at ansa eftir ikki at leggja seg út í, um onnur ætla at friða hval í Suðuratlantshavi.
 
- Sjálvandi hava almennu Føroyar rætt til at gera vart við síni sjónarmið um friðing av hvali. Men um vit í IWC blanda okkum aktivt uppí, hvat verður gjørt aðrastaðni, er trupult hjá okkum at biðja onnur lata vera við at leggja seg út í viðurskifti hjá okkum. Hetta hongur saman, sigur hann.
 
Í dag varð samráð við Villy Søvndal, uttanríkisráðharra, í umhvørvisnevnd Fólkatingsins. Har gav Fólkatingið ráðharranum heimild til ríkisins politikk og sjónarmið á IWC-fundinum.
 
Á fundinum førdi Edmund Joensen m.a. fram, at:

  • Stjórnin eigur í høvuðsheitum at halda seg til linjuna, ið Føroyar og Grønland leggja mótvegis IWC. Tað merkir m.a., at rætturin til burðardygga hvalaveiðu sambært havrættinum skal virðast
  • Nýggjar hvalakvotur skulu veitast Grønlandi
  • Føroyar eiga at umhugsa at taka upp hvalaveiðu til vísindaligt endamál, um náttúrufrøðingar síggja tørv fyri tí
  • Harumfram segði Edmund Joensen, at friðing av hvali í Suðuratlantshavi bert eigur at fara fram við teimum treytum, at øll lond kring friðaða økið geva sítt samtykki til friðingina, og at fordømi ikki er veitt til friðing í Norðuratlantshavi
  • Uttanríkisráðharrin eigur alment at taka frástøðu frá herferðini, ið fýra umhvørvisfelagsskapir í hesum døgum fyriskipa móti Føroyum, Grønlandi og Danmark, tí hvalaveiða fer fram í ríkinum.