Hópin av mótstríðandi áhugamálum koma undan kavi nú upp undir 64. fundin í Altjóða Hvalaveiðunevndini (IWC - International Whaling Commission) í Panama City 2. - 6. juli 2012.
Fokus hjá Landsstýrinum er sett í leiðbeining til donsku stjórnina: IWC skal haldast frá at regulera smáhvalaveiðu, og rætturin til burðardygga hvalaveiðu sambært havrættinum skal virðast.
Danska stjórnin, ið umboðar Føroyar og Grønland í IWC, er tó undir trýsti frá fleiri síðum.
Føroyar og Grønland hava síni áhugamál. ES hevur í felags hvalaveiðupolitikki sínum sum heild friðing av hvali. Fleiri umhvørvisfelagsskapir - eitt nú Greenpeace og WWF - trýsta á fyri at ávirka hvalaveiðupolitikkin og vilja hava talurætt í IWC. Eisini arbeiða politiskar kreftir í Danmark fyri hvalaveiðubanni.
- Semja má fáast um hvalaveiðupolitikkin í Ríkinum, og stjórnin eigur at fylgja leiðbeiningini úr Føroyum og Grønlandi. Tað er gleðiligt, at stjórnin heldur seg burtur frá felags hvalaveiðupolitikkinum hjá ES, ið stríðir ímóti føroyskum og grønlendskum áhugamálum, sigur Edmund Joensen, fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin.
Tann 12. juni verður samráð við Villy Søvndal, uttanríkisráðharra, í umhvørvisnevnd Fólkatingsins. Tá skal samráðingarlinjan hjá donsku stjórnini til ársfundin í IWC umrøðast, og samráðingarmandat skal latast stjórnini.
- Óvist er, hvussu reyða stjórnin hjá Helle Thorning-Schmidt ætlar at reka hvalaveiðupolitikk. Hinvegin er greitt, at í stjórnarflokkinum Socialistisk Folkeparti eru sterkar kreftir, ið virka fyri at friða hval. Føroysk og grønlendsk fólkatingsumboð mugu arbeiða fyri, at stjórnin fylgir føroysku og grønlendsku leiðbeiningini, sigur Edmund Joensen.
- Áður hava vit sæð, at ein uttanríkisráðharri gekk egnar leiðir uttan um Føroyar og Grønland. Tað má ikki endurtaka seg, sigur fólkatingsmaðurin.
Sambandsflokkurin á Christiansborg vil, at Danmark heldur seg til hesar meginreglur:
- Rætturin til burðardygga hvalaveiðu sambært havrættinum skal virðast
- IWC eigur ikki at hava sum høvuðsmál at friða hval, men heldur gerast eitt forum, ið tryggjar burðardygga hvalaveiðu
- IWC skal ikki umsita smáhvalaveiðu
- Grønland skal hava eina kvotu, ið tryggjar landinum rætt til hvalaveiðu
- Umhvørvisfelagsskapir skulu ikki hava talurætt á IWC-fundum
- Ljós má varpast á at steðga dálking av heimshøvunum, ið er størsta hóttan móti hvali