27. februar 2012
Órógvandi er at síggja, hvussu Sambandsflokkurin er farin av kós 100 dagar eftir, at ABDH-samgongan varð skipað. Flokkurin, ið so nógv eru góð við, hevur flutt seg frá sínum sosial-liberala grundstøði, og fryktandi er fyri, at hetta kemur flokkinum aftur um brekku, um kósin ikki verður rættað
Stívliga 100 dagar eru farnir, síðani ABDH-samgongan varð skipað.
Á mangan hátt hava hesir dagarnir verið áhugaverdir, men tað hevur verið órógvandi at sæð, hvussu Sambandsflokkurin - flokkurin, ið mong eru so góð við og errin av - er farin av kós.
Tann sosial-liberala stevnan er kámað burtur, og tað er harmiligt í sjálvum sær.
Flokkurin fylgir í dag øðrum flokki á einari víðgongdari høgra-liberalistiskari rás, har fá fyrilit eru fyri stevnu Sambandsfloksins og teimum mongu, ið trúliga stuðla flokkinum - ikki minst á løgtings- og fólkatingsvalunum í fjør.
Fleiri við mær munnu halda, at sjónligur munur er á tí, sum flokkurin segði áðrenn valið, og tí, sum flokkurin hevur gjørt eftir valið.
Øll vita, hvat hendir, um avstandurin gerst stórur millum orð og gerð. Tá fer trúvirðið at ridla. Tað hevur víðfevndar avleiðingar fyri ein politiskan flokk.
Grundstøðið fevnir breitt
Lat okkum stutt hyggja at, hvørji høvuðsprinsipp eru galdandi fyri ein sosial-liberalan Sambandsflokk.
Serliga hesi viðurskifti gera seg galdandi: 1) Góðar umstøður til vinnulívið. 2) Frælsi fyri einstaklingin. Og 3) Allir borgarar skulu í útgangsstøði hava somu fíggjarligu møguleikar og líka atgongd til tænasturnar í einum væl skipaðum vælferðarsamfelagi, sum hitt almenna fíggjar.
Tann liberala stevnan forpliktar okkum til at geva vinnulívinum betri møguleikar at tjena pengar heim til Føroya:
Tann sosiali parturin av stevnuni forpliktar okkum m.a. til at berjast fyri vælferðini:
Í dagliga politikkinum skulu føroyingar uppliva, at Sambandsflokkurin er trúgvur móti síni stevnu, og at vit eru trúgv móti okkum sjálvum.
Er hetta tilfeldið? Mítt svar er: nei.
Pensjónir skulu hava frið
At Sambandsflokkurin er við til at skatta pensjónir við inngjald er eitt beinleiðis inntriv í persónliga frælsið hjá borgarunum. Hetta er eitt brotið sosial-liberalt prinsipp.
Hevur tú álit á, at framtíðar politikarar fara at virða lyftini hjá nútíðar politikarum?
Nei, tey flestu munnu síggja, at um nøkur ár - tá pengar aftur fara at mangla - tá er ikki óhugsandi, at gjøld ella skattur koma á pensjónirnar við útgjald eisini. Kunnu politikarar fremja so grov inntriv í dag, so kunnu teir eisini gera tað í komandi tíðum.
Inntrivið í pensjónsskipanina fer uttan iva at bera í sær, at fólk fara at tryggja seg aðrar vegir og uttan um skipanina. Tað er ein gongd, sum kann vísa seg vandamikil fyri komandi pensjónistar.
Hetta hongur ikki saman. Tað síggja øll.
Sambandsflokkurin átti at hildið seg burtur frá slíkum, og inntrivið skuldið verið spolað aftur alt fyri eitt.
Ósambandskur skattapolitikkur
Skattapolitikkurin hjá ABDH-samgonguni gongur eisini ímóti sosial-liberalu stevnu floksins.
Flatur skattur við nøkrum fáum knekkum á kurvuni ber í sær, at tey, sum forvinna minst, eru fyri vanbýti. Skipanin arbeiðir ímóti hesum bólki.
Hetta er ikki rímiligt, og tað er ímóti prinsippinum um, at allir borgarar í útgangsstøðinum skulu hava somu fíggjarligu møguleikar.
Tilfeingisgjald er sjálvfylgja
Sambandsflokkurin hevur sum størsti flokkur í landinum ikki tryggjað sær í samgonguskjalinum, at fyritøkur í fiskivinnuni gjalda tilfeingisgjald fyri veiðurrættindi frá landinum.
Hvat er hetta fyri nakað?
Sjálvandi skal eitt gjald á tilfeingið vera við til at fíggja vælferðartænastur til allar føroyingar.
Ein ávísur logikkur er í, at færri fiskifør troyta fiskastovnarnar. Tað er búskaparliga og biologiskt burðardygt, um rætt verður atborið.
Afturfyri skulu tey, sum í veruleikanum fáa einkarrætt til fiskirættindi frá landinum, gjalda ein part í landskassan, ið fíggjar almennu tænasturnar, ið vit øll skulu hava.
Skipanin, har ið summi fáa virðir í millióna- og milliardaklassanum í gávu frá Landsstýrinum, hevur onki við veruligt vinnulív og ærliga forrætning at gera. Hetta er í besta føri almennur studningur. Í ringasta føri er tað at hava trantin niðri í landskassanum.
Eisini hetta er ímóti prinsippum, ið Sambandsflokkurin átti at hildið seg til.
Tíbetur glógvar í landsstýrismanninum í vinnumálum, sum talar fyri og krevur tilfeingisgjald.
Kravið eigur at verða eitt kabinettmál fyri flokkin.
Valdu Føroyar víðgongda høgra-liberalismu?
Spurnartekin kann setast við tað, sum beint eftir valið varð sagt so mangan í Sambandsflokkinum og tí víðgongda høgra-liberalistiska flokkinum í samgonguni.
Aftur og aftur varð sagt, at "veljarin valdi, at Føroyar skuldu snara til høgru". Hetta er ein sannleiki við modifikatiónum.
Um Sambandsflokkurin hevði tikið sítt politiska góðs og vallyfti í álvara, høvdu vit havt eina aðra stjórn í dag.
Hon hevði verið hovlig uttan tvørar konfliktir á arbeiðsmarknaðinum. Hon hevði givið einstaklinginum frælsi og pensjónunum frið. Vinnan hevði verið frí fyri almennan studning og havt røttu umstøðurnar við sjálvsøgdum og rímiligum tilfeingisgjaldi. Borgarar høvdu havt eins fíggjarligar møguleikar við einari rímiligari skattaskipan. Og neyðugu reformarnir, sum hava verið alt ov leingi á skrá, hvørdu verið gjøgnumførdir.
Á ongan hátt var valúrslitið eitt ynski frá føroyingum um at seta eina víðgongda høgra-liberalistiska stjórn til valdið.
Sjálvmál av teimum stóru
Miseydnaða málið um dagføring av Ríkisveitingini kann m.a. tilskrivast skeivum avgerðum, ið Sambandsflokkurin tíverri hevur tikið.
Sjálvandi er tað sera umráðandi, at prinsippið um fastfrystingina av Ríkisveitingini loksins er brotið. Tað er ein politiskur sigur.
Hinvegin er manglandi samráðingarviljin hjá donsku stjórnini beinleiðis úrslit av, at Sambandsflokkurin vrakaði Javnaðarflokkin sum samstarvsfelaga eftir valið.
Í dag síggja vit, at fólkatingsmaðurin hjá Javnaðarflokkinum spælir dupultspæl á Christiansborg. Hann blokkerar veruligar samráðingar um Ríkisveitingina.
Tað hevði hann ikki sloppið, um Javnaðarflokkurin var partur av samgonguni.
Í tingmanning Javnaðarfloksins og baklandinum eru eisini skilafólk, sum taka undir við einari dagførdari Ríkisveiting. Tað sóu vit t.d. í Løgtinginum um dagarnar, tá ið atkvøtt varð um Ríkisveitingina.
Fái ikki tagt longur
Onki er at ivast í, at at fleiri fara at finnast at hesum reglum mínum.
Hví kann Edmund Joensen ikki tiga og arbeiða fyri Føroyum á Christiansborg?
Svarið er, at hjá mær ber ikki til at sita og hyggja at, meðan Sambandsflokkurin nærkast politisku eyggini.
Tá ið flokkurin er um at missa sítt grundarlag burtur, má rópast varskó. Tá ið djúpu røturnar eru um at slitna, er vandi á ferð.
Lat meg fyri ein góðan ordans skyld upplýsa, at eg havi sagt frá á røttum stað til rætta tíð - á várfundi í Sambandsflokkinum herfyri.
Eisini vil eg upplýsa, at eg ikki havi havt nakran leiklut yvirhøvur í samgongusamráðingunum og tilevnanini av samgonguskjalinum.
Lyftið um at fáast við fólkatingsarbeiði burturav stendur við, men nú ber ikki til at tiga longur.
Mín stóra vón er, at allir ábyrgdarpersónar í Sambandsflokkinum fara at brúka teir næstu 100 dagarnar til at rætta kós floksins.
Um tað ikki eydnast, so eri eg bangin fyri avleiðingunum.
Við sambandskvøðu,
Edmund Joensen
Folketinget
Christiansborg
1240 København K
Tel: +45 3337 5500
Facebook: Sambandsflokkurin á Fólkatingi
tpost: saft@ft.dk