28. januar 2020
Vitanarmegin. Tað er høvuðsboðskapurin á altjóða ráðstevnuni Arctic Frontiers í Tromsø. Og fortreytin fyri vitan er gransking. Gransking er lykilin.
Politikkarar, vísindafólk, miðlafólk, lesandi og mong, mong onnur eru savnað í Tromsø fyri at ogna sær vitan um møguleikar og avbjóðingar í Arktis. Vitan, sum er grundarlagið undir okkara framtíðar menning – ikki bara í Arktis, men í øllum heiminum.
Møguleikarnir eru nógvir, men avbjóðingarnar somuleiðis. Serliga veðurlagið og umhvørvið eru ávirkað. Ongastaðni sæst hetta betur enn í okkara parti av heiminum. Samstundis veksur fólkatalið í heiminum, men føðin er avmarkað.
Burðardygg umsiting av havinum er loysnin uppá nógvar av hesum avbjóðingunum, men kunnleikin um havið er avmarkaður. Men hóast granskingin er avmarkað, so letur granskingin seg ikki avmarka av landamørkum. Tí verður víst á, at gransking er lykilin. Lykilin til altjóða samskifti og altjóða samstarv.
Eg fegnist stórliga um, at Føroyar er ein aktivur viðspælari í altjóða havgranskingini – nú meira enn nakrantíð. Í mong ár havi eg arbeitt fyri hægri raðfesting av havgransing í Norðuratlantshavi, og í heyst eydnaðist tað at fáa Fólkatingið at játta 25,5 milliónir krónur til hesa gransking.