18. juni 2020
Danski uttanríkisráðharrin, Jeppe Kofoed, skal greiða frá, hví Føroyar ikki eru nevndar í donsku ferðavegleiðingini.
Tað kom óvart á, at Føroyar ikki eru nevndar í ferðavegleiðingi hjá danska Uttanríkisráðnum, nú landamørkini partvís eru latin upp aftur fyri ferðafólki frá 15. juni. Í vegleiðingini hjá Uttanríkisráðnum verða Norra, Ísland og Týskland nevnd sum møgulig ferðamál hjá donskum ferðafólki. Hetta hóast danir eisini kunnu ferðast til bæði Føroyar og Grønland. Tí hevur Edmund Joensen, fólkatingsmaður, sett uttanríkisráðharranum skrivligan fyrispurning um hetta.
Hóast vit eru eitt ríki, so eru vit trý ymisk lond i ríkinum. Tí er tað óheppið, at tað ikki greitt verður tilskilað í ferðavegleiðingini hjá danska Uttanríkisráðnum, at danir kunnu ferðast til Føroyar og Grønland.
Ongin koronusmitta er staðfest í Føroyum síðani 22. apríl, og Føroyar hava verið koronufríar síðani 8. mai. Føroyar eru tí millum tryggastu ferðamál í heiminum. Edmund Joensen heldur tað vera órímiligt, at Føroyar ikki verða nevndar í ferðavegleingini og vísir í spurninginum á, at tað kann hava stóra ávirkan á ferðavinnuna í Føroyum, at danir ikki vera kunnaðir um møguleikan at ferðast til Føroyar.
Spurningurin skal svarast innan seks yrkadagar.
Sí spurningin her.