15. juli 2020
Danska stjórnin hevur eftir áheitan frá Edmundi Joensen, fólkatingsmanni, játtað 25,5 milliónir krónur til havgransking í Norðuratlantshavi næstu fýra árini. Granskingarráðið umsitur játtanina og lýsir nú eftir umsóknum til fyrsta part av granskingarskránni, sum er 4 milliónir krónur í ár.
Edmund Joensen hevur í mong ár arbeitt fyri umhvørvis- og veðurlagsgransking. Seinast hann hevði sæti á Fólkatingi vóru slakar 20 milliónir krónur játtaðar til havgransking tær báðar seturnar hann var valdur. Stuðulin til havgransking datt tíanverri niðurfyri, tá Edmund Joensen ikki varð afturvaldur í 2015. Hann tók málið upp aftur, tá hann var valdur á Fólkating aftur í 2019, og hevur fingið játtað 25,5 milliónir krónur til havgransking í Norðuratlantshavi.
Játtanirnar frá fyrru setunum hjá Edmundi Joensen hava fíggjað fleiri ph.d. og post.doc. ritgerðir, og nú ber aftur til at søkja pening til nýggjar verkætlanir. Á heimasíðuni hjá Granskingarráðnum er kunning og vegleiðing um, hvussu søkt verður eftir stuðli.
https://www.gransking.fo/fo/tilfeingi/tidindi/studul-til-havgransking-leysur-at-sokja/