08. oktober 2020
Núverandi handilsavtalan millum Føroyar og ES er ein spennitroyggja fyri nýmenning og nýhugsan í føroyska fiskiídnaðinum. Tí mugu Føroyar hava eina nýggja handilsavtalu við ES skótast gjørligt – og tí var áheitanin hjá Edmund Joensen í dag til donsku stjórnina og fólkatingið at rudda okkum slóðina til eina nýggja handilsavtalu við ES.