18. desember 2015

Pínligur sjónleikur á Christiansborg

Sama dag, sum ein endurreistur Eik Banki aftur gjørdist 100 prosent føroyskur – eftir at hava verið í banka-vaskimaskinuni hjá Finansiel Stabilitet – stendur ein pínligur misskiltur nationalistur í Fólkatinginum og skýrir stjórnina at vera imperialistiska


Týsdagurin í hesi vikuni, 15. desember 2015, er ein merkisdagur í Ríkisfelagsskapinum.
 
Hetta var dagurin, tá TF Holding keypti seinasta triðingin av Eik Banka frá Finansiel Stabilitet.
 
Bankin er aftur 100 prosent í føroyskari ogn, og tað munnu øll fegnast um.
 
Inn í donsku banka-vaskimaskinuna
Finansiel Stabilitet er banka-vaskimaskinan hjá danska statinum, og inn í hesa vaskimaskinu fór Eik í 2010.
 
Tað var eftir, at táverandi leiðslan hevði ført Føroya størsta bankasamtak út av tromini, og eftir at føroyska grunnaeftirlitið hevði forsømt sína eftirlitsuppgávu. Samtakið stóð til at fara av knóranum, og Finansiel Stabilitet tók yvir.
 
Eingin kassi í Føroyum – heldur ikki landskassin – megnaði at taka um endan, tí samtakið hevði nógvar milliardir í umsetningi.
 
So ella so mátti bankin bjargast, tí annars hevði ein fíggjarlig niðurbræðing gjørt av við hinar bankarnar og sparikassarnar í Føroyum. Júst sum í Íslandi.
 
Vaskaður fyri 3 milliardir
Tíbetur eru Føroyar partur av danska fíggjarkervinum. Tí lat Eik ongantíð aftur, og eingin føroyingur misti eitt einasta oyra av innistandandi pengum.
 
Nú bankin aftur gjørdist føroyskur burturav, hevði danski stovnurin reinsað bankan fyri vánalig lán og avtalur fyri einar tríggjar MILLIARDIR krónur.
 
Ríkisfelagsskapurin og Ríkisins bankapakkar, ið eisini fevna um Føroyar, gjørdu hetta møguligt.
 
Undirlutakenslur trívast væl
Sama dag, sum føroyingar aftur hava ræði á Eik, stendur ein pínligur misskiltur nationalistur í Fólkatinginum og trampar sítt politiska stivlatramp.
 
Fólkatingsumboðið hjá Tjóðveldi brúkar hátíðardagin til at skýra ta skilagóðu Vinstra-stjórnina at vera imperialistiska. Sama stjórn, sum innførdi bankapakkarnar.
 
Tað fær illa verið pínligari fyri Føroyar, og man má bara staðfesta, at undirlutakenslur hava góðar dagar á Fólkatingi í hesum døgum.
 
Lat okkum vóna, at føroyingar skjótt fáa høvi at útskifta føroysku fólkatingsumboðini, sum veruliga leggja kreftir í at gera Føroyum fyri skommum.
 
Edmund Joensen
løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin