17. juni 2015

Sláið manngarð um Sambandsflokkin

Nú ræður um at halda fast í sambandsvirðini og at halda fokus á valinum. Sum einasti sambandsflokkur í landinum bjóða vit okkum fram til at skapa uppaftur fleiri ítøkilig úrslit og útvikla Ríkisfelagsskapin


Hvønn skal eg velja?
 
Tann spurningin seta nógvir føroyingar sær – ikki minst nú veljarakanningar grugga politiska innihaldið á valinum.
 
Flokkar og fjølmiðlar royna at fáa øði í grindina, og tí ræður um at halda fokus og halda fast í sambandsvirðini.
 
Í grundini er valið lætt. Tað ræður um at velja álítandi umboð, ið avrika nakað gott fyri Føroyar.
 
Eingin orsøk er til at velja tey, ið ætla sær á Fólkating at gera einki.
 
Sambandsflokkurin á Christiansborg hevur longu prógvað sítt virði. Við hovligum samstarvi hava vit skapt eina røð av ítøkiligum úrslitum, og vit verja og menna ríkisborgararættindi føroyinga.
 
Ríkisfelagsskapurin er útviklaður hóðast harða mótstøðu frá politiskum mótstøðufólkum.
 
Vit vilja fegin halda fram við tí góða arbeiðinum fyri land og fólk, og nýggj mál standa fyri framman saman við nýggjum ítøkilig úrslitum, ið skulu skapast.
 
Næsta valskeið ætlar Sambandsflokkurin á Christiansborg at arbeiða fyri at lyfta føroyska heilsuverkið upp á eitt hægri støði. Tað treingir harðliga til.
 
Samstundis fara vit at vísa á, hvussu fleiri inntøkur kunnu skapa vøkstur og arbeiðspláss í Føroyum.
 
Sum veljari eigur tú avgerðina, og vit bjóða okkum fram til at gera arbeiðið.
 
Gott fólkatingsval!
 
Edmund Joensen
fólkatingsmaður og valevni fyri Sambandsflokkin