23. oktober 2020
Edmund Joensen, fólkatingslimur fyri Sambandsflokkin, og Michael Aastrup Jensen, uttanríkisorðførari hjá Vinstra, hava boðsent Jeppe Kofoed, uttanríkismálaráðharra, og Trine Bramsen, verjumálaráðharra, í samráð um nýggja handilsavtalu millum Føroyar og ES og uppsetanina av einum radara í Føroyum.
Edmund Joensen og Michael Aastrup Jensen (V) hava boðsent ráðharrunum Jeppe Kofoed og Trine Bramsen í samráð. Teir ynskja eina útmelding frá donsku stjórnini um handils- og trygdarstøðuna í Føroyum. Her undir hoyrir ein nýggj handilsavtala við ES og hvørji tiltøk eru neyðug fyri at tryggja ríkisfelagsskapin móti møguligum hóttanum frá fremmandum stórveldum.
Føroyski útflutningsmarknaðurin hevur í dag trupulleikar at náa vesturlendsku marknaðunum við summum vørum. Um stóri ES-marknaðurin verður opnaður fyri føroyskum útflutningi, verða Føroyar av sær sjálvum minni bundnar at teimum eysturlendsku marknaðunum, sum vit í dag útflyta nógv til. Tískil verða Føroyar heldur ikki á sama hátt í vanda fyri at verða líka útsettar fyri trýsti frá teimum ódemokratisku londunum í eysturi.
Tí hava Edmund Joensen og Michael Aastrup Jensen biðið uttanríkismálaráðharra Jeppe Kofoed greiða frá, um danska stjórnin ætlar at stuðla tí klára føroyska ynskinum, og áheitanina frá løgmanni til ES, um eina eina fríhandilsavtalu við ES. Harafturat er ráðharrin biðin um at greða frá, hvussu danska stjórnin fer at arbeiða fyri eini føroyskari fríhandilsavtalu við ES.
Harumframt hava Edmund Joensen og Michael Aastrup Jensen biðið verjumálaráðharra Trine Bramsen greiða frá, hvørji tiltøk stjórnin metir verða neyðug at tryggja fráveruna hjá fremmandum tjóðum í okkara øki í Norðuratlantshavi og møguleika teirra at hótta ríkisfelagsskapin.
Teir hava tí spurt ráðharran, um danska stjórnin saman við Landsstýrinum ætlar at stilla ein radara upp í Føroyum, soleiðis at man betrar um møguleikan at halda eyga við flogferðsluni í øllum ríkisfelagssakpinum. Eisini vilja teir hava ráðharran at greiða frá, í hvønn mun Landsstýrið verður inndrigið í møguligu ætlanirnar.
Samráðið verður hildið í næstum.
Spurningarnir til ráðharrarnar kunnu finnast her.