30. oktober 2020
Nú verður møguligt hjá føroyingum at fáa danskt cpr-nummar. Málið hevur nú verið til fyrstu viðgerð í fólkatingssalinum, og undirtøkan var breið – allir flokkar søgdu seg taka undir við málinum.
Ein markaforðing minni. Í 2014 samtykti Fólkatingið einmælt eitt uppskot frá fólkatingslimunum úr Føroyum og Grønlandi, um at beina allar markaforðingar í ríkisfelagskapinum av vegnum. Ein tann størsta markaforðingin hevur verið, at vit í Føroyum hava p-tøl og danir hava cpr-nummar.
Nú verður tó ikki leingi, til hendan markaforðingin er burturbeind. Lógaruppskotið, sum ger tað møguligt hjá føroyingum at útvega sær eitt danskt cpr-nummar, hevur júst verið til fyrstu viðgerð í fólkatinginum, og tað uppskotið fekk jaliga viðgerð frá øllum flokkum.
Sambandsflokkurin hevur arbeitt við hesum málinum í fleiri ár, og Edmund Joensen hevur fleiri ferðir gjørt vart við, at tað skapar nógvar og óneyðugar trupulleikar hjá føroyingum, sum eru tengd at donskum skipanum, eitt nú lesandi og sjúklingum.
Tí gleðist Edmund Joensen um, at hendan markaforðingin nú verður beind burtur – við vælvild frá bæði føroysku og donsku stjórnini.