04. juni 2015

Betri heilsuverk er tín ríkisborgararættur

Um Sambandsflokkurin á Christiansborg fær ávirkan á næstu donsku stjórnina, verður lagt til brots fyri at lyfta føroyska heilsuverkið upp á eitt hægri støði

Sambandsflokkurin á Christiansborg hevur eina krystalklára missión á Fólkatingi.

 
Ríkisfelagsskapin skal útviklast við nýggjum samstørvum og innihaldi. Vit vilja verja og menna føroysk rættindi - og vit skapa ítøkilig úrslit fyri Føroyar.
 
Týðilig ábending er um, at føroyskt fólkatingsumboð kann fáa avgerandi ávirkan á næstu ríkisstjórnina, og tann støðan skal sjálvandi brúkast konstruktivt fyri Føroyar – men ikki misbrúkast.
 
Um fólkatingslimur Sambandsfloksins á Christiansborg kemur í hesa lyklastøðu, vilja vit virka fyri at hækka støðið í heilsuverkinum í Føroyum munandi.
 
Hetta treingir til, tí vit kenna øll støðuna t.d. við nógv dýrkandi heilivági, stórum akuttum læknatørvi og væntandi viðgerðartilboðum.
 
Stutt sagt: føroyska heilsuverkið skal upp á umleið sama støði sum tað danska.
 
Vit vilja øll hava trivna og at føroyingar koma heim aftur til Føroya. Men hvør trívist, og hvørji koma heim aftur, uttan at tað finst eitt heilsuverk á høgum støði?
 
Onkur spyr, hvat ið hetta hevur við Fólkatingið at gera. Stutta svarið er, at heilsuverkið er felagsmál, ið Føroyar og Danmark fíggja í felag.
 
Støðan er, at reyða stjórnin – sum føroyski Javnaðarflokkurin sigur seg eiga lívið í - ikki í nóg stóran mun vil vera við til at fíggja føroyska heilsuverkið saman við landsstýrium.
 
Í tíðarskeiðinum 2004-2014 er tað vorðið góðar 400 mió. kr. dýrari at reka okkara heilsuverk. Landskassin hevur goldið næstan alla príshækkingina einsamallur. Parturin hjá statinum er bert øktur 9,2 mió. kr.
 
Samstundis síggja vit, at staturin setur milliardaupphæddir í danska heilsuverkið.
 
Her má vend koma í.
 
Heilsuverkið er, sum nevnt, felagsmál í Rikisfelagsskapinum, og her eiga vit at krevja okkara rætt sum ríkisborgarar.
 
Veljarar vita, hvar ið tey hava Sambandsflokkin á Christiansborg, og vit helma ikki í, fyrr enn rættindi okkara eru viðurkend.
 
Heilsuverkið í Føroyum skal hava nógv betri umstøður til at lofta teimum mongu, sum hava brúk fyri fyribyrging, viðgerð og hjálp.
 
Edmund Joensen
fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin