29. apríl 2015

Eingin dokumentatión fyri tulking av veljarakanning

Als eingin dokumentatión er fyri at siga, at verandi fólkatingsumboð verða afturvald – talan er um gitingar, og tað er óseriøst

Hevur tú lagt til merkis tíðindaflutning í miðlunum seinastu tveir dagarnar?

 
So hevur tú uttan iva frætt um veljarakanning um eitt komandi fólkatingsval, ið Fynd hevur gjørt fyri Sosialin.
 
Einki óvanligt er í at gera veljarakanningar, og tær eru sjálvandi áhugaverdar fyri tey, sum fylgja við í politikki.
 
Mín persónur er – uttan nakra sum helst dokumentatión – drigin uppí, og tí noyðist eg at gera hesar fáu viðmerkingar.
 
Gitingar og ongin dokumentatión
Kanningin er útløgd sum um, at verandi fólkatingsumboð verða afturvald. Tað er næstan soleiðis, at vinnarar eru kosnir, uttan at val yvirhøvur er útskrivað.
 
Hesin pástandur hevur einki hald í veruleikanum og als ikki í kanningini.
 
Eingin er spurdur hvønn persón, ið tey ætla at velja, og tí er als einki belegg fyri at gera niðurstøður uppá ryggin á persónum – hvørki verandi ella øðrum valevnum, ið vit ikki vita nakað serligt um enn.
 
Sostatt er eingin dokumentatión fyri at siga, at verandi fólkatingsumboð verða afturvald. Hetta eru gitingar, og tað er óseriøst.
 
Sær burtur frá úrslitum
Í Sosialinum, sum annars er ein útmerkað avís, verður ró fram undir, at undirritaði fyri tað mesta skal hava funnist at løgmanni, og at hetta skal hava givið undirtøku.
 
Hesa fortreyt, ið Sosialurin leggur til grund, góðtaki eg ikki sum fólkatingsmaður.
 
Sambandsflokkurin á Christiansborg fæst við seriøsan politikk og skapar nógv úrslit fyri Føroyar, og tað velur blaðið púra at síggja burtur frá.
 
Kanska er tað júst seriøst arbeiði, politiskt virðir og – ikki minst – úrslit, ið veljarar leggja sær í geyma?
 
Í politikki eru tað virðir og úrslit, sum telja. Veljarar gjøgnumskoða taktikk og spinn, ið merkir tað, sum Sosialurin borðreiðir við í sambandi við veljarakanningina.
 
Nógvir ókendir faktorar
Sum heild skulu veljarakanningar ikki takast fyri meira enn tað, ið tær eru: kanningar, sum í besta føri geva ábendingar í teirri løtu, tær eru gjørdar.
 
Henda veljarakanningin hjá Fynd bendir á – og tað er ikki umrøtt yvirhøvur – at næstan fjórði hvør veljari ikki hevur tikið støðu til, hvar ið krossurin skal setast.
 
Helst fara hesi mongu, ið ivast, at hava stóra ávirkan á úrslitið, tá ið saman um kemur.
 
Eisini av hesi orsøk er púra burturvið at pástanda, at hesin ella hasin verður valdur, afturvaldur ella vrakaður.
 
Seriøsiteturin má valda – ikki minst tá ið kanningar av hesum slag verða analyseraðar.
 
Edmund Joensen