Sambandsflokkurin á Christiansborg almannakunngjørdi herfyri eina av niðurstøðunum í einari analysu av føroysku fiskivinnuni.
Niðurstøðan er, at um føroyskir politikarar vilja gera tað rætta, so atgongdin til ES-marknaðin gerst fríari, so er møguligt í minsta lagi at tvífalda útflutningsvirði Føroya.
Nú hava lurtarar hjá væl umtóktu og seriøsu aktualitetssendingini "Orientering" á DR P1 fingið innlit í analysuna og tankarnar hjá Edmundi Joensen, fólkatingsmanni, ið hevur latið analysuna gjørt.
Leinkja til innslagið er her:
http://www.dr.dk/radio/ondemand/p1/orientering-2015-03-18#!/15:10
Innslagið er 15 min. 23 sek. inni í sendingini.